Nú fer FÍF saman við feløgunum, í summar, aftur at skipa fyri Grand Prix renning á stevnum. Henda kapping bleiv tikin av skránni í fjør, og tó vóru fleiri ónøgd við, og tí verður tátturin nú uppaftur tikin í summar.
Frá startinum á Norðoyastevnu seinasta ár
Leisturin er tann sami sum undanfarin ár. Í summar verður kappast í sjey kappingum, og byrjað verður við árligu Føroya Bjór renningini, sum Treysti fyriskipar á Norðoyastevnu. Síðani verður hildið fram til Ólavsøku. Skráin er løgd, men gev gætur, at broytingar, viðvíkjandi hvørjum stevnudegi runnið verður, kunnu koma fyri. Tí ræður um at fylgja við her á síðuni í summar.
Núverandi skráin er henda:
1. Norðoyastevna (Klaksvík) leygardagin 1. juni kl. 11.00 – 5 km – TREYSTI
2. Sundalagsstevna (Hvalvík) leygardagin 15. juni – BRAGDIÐ
3. Fjarðanstevna (Skála) sunnudagur 23. juni kl. 16.00 – 7,5 km (umleið) – ROYSNIÐ
4. Jóansøka (Tvøroyri) leygardagur 29. juni kl. ??.00 – ? km – HVISTAN
5. Eystanstevn (Fuglafjørður) 6.-7. juli kl. ??.?? – ?? km – ROYSNIÐ
6. Vestanstevna (Sørvágur) 13. juli kl. ??.?? – ?? km – FRÆLSI
7. Ólavsøka (Tórshavn) leygardagu 27. juli – 5 km – BRAGDIÐ
Reglurnar fyri kappingina eru at finna undir reglur her á síðuni. Stigagevingin verður tann sama, sum áður er brúkt.
Tilmeldingin til Føroya Bjór renningina á Norðoyastevnu er klár her á síðuni.