Týskvøldið varð FM í 10 km landavegsrenning hildið á vanligu rutuni í Runavík. Umleið 40 rennarar vóru møttir, og hesir mundu flestir vænta sær hampuliga góðar tíðir, tí eins og í Várkappingini vóru líkindini aftur í kvøld av teimu allarbestu. Tað vísti seg tó, at vindurin darvaði eitt sindur, tá runnið varð inn eftir Gulasteinsvegnum, og talan gjørdist heldur ikki um supertíðir.
Úrslitini eru í .pdf her: Úrslit GP2 og FM 10 km 2011 og leinkja til myndir er her: Myndir GP2 og FM 10 km
1 comment
Úrslitini hjá kvinnum veteranum í Runavík eru umbýtt so Susan Jacobsen fær 34 stig og eg, Karin Kirke Petersen fær 30 stig. Hetta eigur at verda øvugt.
Comments are closed.