Tað er ikki ofta, at rennikappingar hava verið avlýstar. Men sum líkindini eru beint nú, er óhugsandi at líkindini bara vera so nøkulunda í morgin.
Tí hevur kappingarnevndin saman við fyriskiparunum avgørt, at renningin leygardagin verður útsett til næsta ár.
Nógv tykkara høvdu ivaleyst runnið líkamikið hvat, men tað ítróttarliga virðið í einari rennikapping má eisini vera til staðar.
Men nú vera so nakrar vikur afturat at venja til næstu renning, sum verður nýggjárshálvmaraton, sum verður 7. januar á Skálafjørðinum.