Her er samlaða støðan eftir trý umfør í Vetrarkappingini 2009/2010. Nakrar smávegis rættingar eru gjørdar í mun til úrslitalistarnar frá teimum trimum fyrstu umførunum.
John Egholm liggur á odda hjá veteranunum
Samlaða støðan í Vetrarkappingin 2009-2010
Fjórða umfar verður í Hvannasundi leygardagin 20. februar kl. 11.00. Teinurin er 10 kilometrar hjá teimum vaksnu og 4 km hjá gentum og dreingjum. Tilmeldingin er klár her á síðuni, og startnummur kunnu heintast í “Gamla Skúla” í Hvannasundi frá kl. 10. Kostnaðurin er kr. 50 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.