Nú verður møguleiki hjá børnum og ungum at royna seg í kapping á breyt aftur. Týskvøldið skipar FÍF, saman við feløgunum, fyri 1. umfari í Grand Prix fyri børn og ung. Kappast verður í spurtteini, miðteini, kúlustoyti og longdarlopi. Í mun til seinasta ár, so er longdarlop komið afturat hinum trimum greinunum.
Kappingin byrjar kl. 18.00 týsdagin 27. mai á Svangaskarði. Niðast á síðuni eru starttíðspunkt og hvørjar greinar kappast verður í.
Undir “Reglur” sum finnast aðrastaðni á heimasíðuni, siggjast reglurnar fyri kappingina og á hvørjum teinum kappast verður í teimum næstu umførunum.
– Um nógvir luttakarar eru á miðteininum, verða bólkarnir býttir sundur.
– Um fáir luttakarar eru, so kappast tveir bólkar saman, tó einans sama kyn.
– Spurtir verða runnir eina ferð. Tvs. ongin finala.
– Stig verða givin fyri tíð ella longd, og ikki eftir plasering.
– Í kúlu og longd fáa luttakararnir 3 royndir hvør.
– Allar kappingar byrja stundisliga, og skulu tey íðkandi tí verða á startinum minst 10 min áðrenn greinin byrjar.
– Fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini fyri børn og ung, skal ein verða limur í felag undir FÍF.
– Kappingin verður umsitin av FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya)
– Øll børn og ung í aldrinum 10-17 ár (1991-1998) eru vælkomin at luttaka.
– Grand Prix kappingin fyri børn og ung er partvís grundarlag fyri úttøku til talentbólk hjá FÍF.
Bólkar:
10-11 er børn fødd í 1997-1998
12-13 er børn fødd í 1995-1996
14-15 er ung fødd í 1993-1994
16-17 er ung fødd í 1991-1992
Skrá:
TÍÐ |
SPURTTEINAR |
MIÐTEINAR |
LONGD |
KÚLUSTOYT |
18:00 |
Gentur 10-11 (60m) |
|
Gentur 16-17 |
Dreingir 16-17 |
18:05 |
Dreingir 10-11 (60m) |
|
|
|
18:10 |
Gentur 12-13 (80m) |
|
Dreingir 16-17 |
Gentur 16-17 |
18:15 |
Dreingir 12-13 (80m) |
|
|
|
18:20 |
Gentur 14-15 (100m) |
|
Gentur 12-13 |
Dreingir 12-13 |
18:25 |
Dreingir 14-15 (100m) |
|
|
|
18:30 |
Gentur 16-17 (100m) |
|
Dreingir 12-13 |
Gentur 12-13 |
18:35 |
Dreingir 16-17 (100m) |
|
|
|
18:40 |
|
Gentur 10-11 & 12-13 (600m) |
Gentur 14-15 |
Dreingir 14-15 |
18:45 |
|
|
|
|
18:50 |
|
Dreingir 10-11 & 12-13 (600m) |
Dreingir 14-15 |
Gentur 14-15 |
18:55 |
|
|
|
|
19:00 |
|
Gentur 14-15 & 16-17 (800m) |
Gentur 10-11 |
Dreingir 10-11 |
19:10 |
|
Dreingir 14-15 & 16-17 (800m) |
|
|
19:20 |
|
|
Dreingir 10-11 |
Gentur 10-11 |
19:30 |
|
|
|
|