Her er skráin fyri 3. og seinasta umfar av Grand Prix 2007 fyri børn og ung, sum verður á Svangaskarði í annaðkvøld.
Tíð Spurtteinar Miðteinar Kúlustoyt
19.30 Ge 10-11 (200m) Ge 16-17
19.35 Dr 10-11 (200m)
19.40 Ge 12-13 (200m) Dr 16-17
19.45 Dr 12-13 (200m)
19.50 Ge 14-15 (400m) Ge 12-13
19.55 Dr 14-15 (400m)
20.00 Ge 16-17 (400m) Dr 12-13
20.05 Dr 16-17 (400m)
20.10 Ge 10-11 (1.000m) Ge 14-15
20.15 Dr 10-11 (1.000m) Dr 14-15
20.20 Ge 12-13 (1.500m) Ge 10-11
20.30 Dr 12-13 (1.500m) Dr 10-11
20.40 Ge 14-15/16-17 (2.000m)
20.50 Dr 14-15/16-17 (2.000m)
21.00 Heiðursmerkjahandan
Steyp verður latið til besta einstaka úrslit hjá gentu og drongi
Hesar ásetingar eru annars galdandi fyri kappingina.
– Tilmelding fer fram her á síðuni ella í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn kappingin byrjar.
– Um nógvir luttakarar eru á miðteininum, verða bólkarnir býttir sundur.
– Um fáir luttakarar eru, so kappast tveir bólkar saman, tó einans sama kyn.
– Spurtir verða runnir eina ferð. Tvs. ongin semifinala ella finala.
– Stig verða givin fyri tíð ella longd, og ikki eftir plasering.
– Í kúlu fáa luttakararnir 3 royndir hvør.
– Allar kappingar byrja stundisliga, og skulu tey íðkandi tí verða á startinum minst
10 min áðrenn greinin byrjar.
– Fyri at fáa stig í Grand Prix kappingini fyri børn og ung, skal ein verða limur í felag.
– Kappingin verður umsitin av kappingarnevndini hjá FÍF (Frælsur Ítróttur Føroya).
– Øll børn og ung í aldrinum 10-17 ár (1990-1997) eru vælkomin at luttaka.– Grand Prix kappingin fyri børn og ung er grundarlag fyri úttøku til talentbólk undir FÍF.