Home FÍF Talentbólkurin í Skansan – update

Talentbólkurin í Skansan – update

by Hallur Holm

Yvirskriftin ljóðar kanska nakað ógvuslig, men satt er tað, at seinasta vikuskiftið var talentbólkurin á venjingarlegu í Havn, har vit øll vóru innkvarterað á Hotel Skansanum Yviri við Strond.

Hetta er fyrsta ferðin at talentbólkurin er savnaður í Havn, og tí gjørdu vit okkum eisini dælt av at nýta teir hentleikar, sum har vóru.

Fríggjakvøldið runnu vit eina 4 km test á rennibondunum í Bragdahúsinum. Hendan testin gongur út uppá at renna teinin heilt skjótt, tó uttan at framleiða mjólkasýru. Hetta svarar nøkulunda til kappingartempo á 10 km. Pulsurin verður skrásettur allatíðina undir testini, soleiðis at ein pulskurva fyri testina kann teknast. Fyrstu ferð hendan royndin verður gjørd, sigur hon í veruleikanum einki, uttan hvar pulslegan liggur. Meiningin er so at gera somu test aftur tvær ferðir teir næstu 3-4 mánaðirnar. Tá verður nýggja pulskurvan løgd inn á somu mynd sum 1. testin. Soleiðis ber til heilt nágreiniliga at síggja, hvussu venjingarstøðan broytist. Fyri at samanberingargrundarlagið skal vera so eftirfarandi sum gjørligt, skal testin gerast undir so eins umstøðum sum gjørligt. Fyrst og fremst sama ferð og strekki, men eisini sama renniband og eins ílatin. Tað vil siga, at hevur tú runnið í stuttum buksum fyrstu ferð, skalt tú eisini renna í stuttum buksum til hinar testirnar. Sama um tú hevur runnið í kappingarskóm. Renn helst eisini somu tíð á døgninum. Nýggju pulsurini tekna sjálvi kurvuna á telduni.

Hetta slagið av test verður nógv brúkt í sambandi við at grundvenjingin verður tikin uppaftur  eftir støðg í venjingini. 2. og 3. testin verða tiknar sum tað líður út á várið. Døgverði varð etin hjá Elisabeth, har undirritaði eisini plagar at halda til, tá hann er staddur í Havn.

Leygarmorgunin runnu vit ein 7,5 km róligan túr runt í vesturbýnum. Seinnapartin vandu vit fyri fyrstu ferð á Tórsbreyt. Og tað var ein ótrúlig móttøka veðurguðarnir høvdu at bjóða. Turt og blikastilt! Tíverri høvdu bæði Regin og Rúni smáskaðar, sum gjørdu at teir ikki vóru við í venjingini.

Lunguni skríggjaðu efti at blíva blást út – og tað blivu tey. Dagsins setningur var (1.30 min – p=30 sek 1.00 min – p=3 min) x4. Tað merktist at fólk vóru uppsett til venjingina, so koordinatiónsvenjingin kundi ikki ganga nóg skjótt fyri seg.  Jóan Karl var komin at venja við, og hann setti tempo á. Jan Elmar fylgdi honum trúliga øll intervallini! Eitt sindur aftari varð Bjørk ferðsetari, meðan Rebekka royndi at hanga í so frægt sum hon kundi. Ja her var nógv lagt fyri dagin, og teinurin, sum varð afturumlagdur var hvørjaferð eitt sindur longri enn undirritaði hevði væntað og vónað.

Hetta kvøldið høvdu Jósvein og Sunneva bjóðað heim til døgverða, og har nutu vit eina hugnaløtu saman við góðum mati. Mín sann um ikki hugnin kvinkaði enn eitt vet uppeftir,  tá tær tiltiknu pannukøkurnar hjá Sunnevu vórðu settar á borðið. Undirritaði kann vísa á, at hesar smakka best við nógvum róma og putursukri!

Longu sunnumorgunin kl. 08.00 stóðu øll í bølamyrkri og regni og smátrippaðu, innan seinastu venjingina á hesum sinni. Skuldi obligatoriski svimjitúrurin náast, mátti renningin byrjast so tíðliga. Hetta var ein túrur runt í Hoydølum og eysturbýnum við tveimum innløgdum rykkum. Ymiskt var hvussu nógv varð lagt fyri, tí myrkt var á gøtunum í Hoydølum. Vit høvdu sett nøsina upp móti einum túri í gosbaðið í svmijihøllini, men hetta var tíverri undir umvæling, som vit fóru ístaðin upp á 5 m plattin at loypa.

Eftir svimjing fóru vit á Skansan at rudda og hvíla, og síðani til Elisabeth at eta kotelettir. Síðani varð farið hvør til sítt – enn ein venjngarlega væl yvirstaðin, og fyrsta uppgávan í Reykjavík nærkast nú alsamt.

Skaðar eru afturvendandi partur av lívinum hjá nógvum rennarum. Men tað merkir als ikki, at mann ikki skal venja alternativt. Hóast tað mangan kann vera ringt at motivera seg sjálvan, er tað altavgerandi at halda fram við aðrari venjing, hóast illa ber til at renna. Eitt gott dømi um hetta er Rannvá, sum á venjingarleguni í Klaksvík var so óheppin at glíða og fáa eina fipurspreinging. Hóast hon ikki fær runnið, var hon við á venjingarleguni, har hon hóast alt fekk nógv burturúr. Meðan testin fór fram fríggjakvøldið, sat Rannvá í rógvimaskinuni, og meðan vant varð á breytini leygardagin, sat hon á kondisúkkluni uppi hjá Bjørk og traðkaði hart í ein heilan tíma. Sunnumorgunin var hon fyrsti maður í svimjihøllini, har hon svam 3-4000 metrar.

 

Myndirnar –  frá vinstru til høgru:

Mynd 1,3,4 og 5 – Við døgverðaborðið

Mynd 2 – Sunneva leggur vælsmakkandi pannukøkurnar tilrættis. Hetta var tað nærmasta myndamaðurin slapp.

Mynd 6 – Tað er ikki BARA renning á skránni. Her síggja vit Barca hølva kongafelagið úr Madrid við 2-0

Mynd 7 – Paparazzimynd av pannukøkunum.

Mynd 8 – Vertsparið Josvein og Sunneva. Man tað vera kærleikin teirra millum, sum smittar av uppá pannukøkurnar?

Mynd 9 – Dreingirnir hvíla millum venjingarnar.

Mynd 10 – Rannvá var ófør við alternativari venjing. Í bakgrundini situr Bjørk og skrivar venjingardagbók.

Mynd 11 – Døgnini eru ov stutt hjá Gutta, so ein fuglalúr í ny og næ má hann fáa.

Mynd 12 – Slættjarnið var eisini við á Skansanum. Her síggja vit Rebekku vísa kynstur.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Gutti 24.12.08 - 02:36

Fín grein – Gleðilig Jól og gott Nýggjár øll somul 🙂

Comments are closed.