Tilmeldingarnar til 2. umfar av GP B&U 2 á Toftum mikukvøldið 9. juni, liggja klárar undir tilmeldingar á forsíðuni. Eftir góðu undirtøkuna hóskvøldið, vóna vit at luttakaratalið verður eins stórt mikudagin, tá Treysti tekur ímóti.
Hesuferð fara allir bólkar at kappast í spurti. Tey 8-9 og 10-11 ára gomlu fara eisini at kappast í longdarlopi, meðan tey 12-13 ára gomlu umframt spurt og longdarlop, eisini kappast í kúluvarpi. Bólkarnir 14-15, 16-17 og 18-19 kappast í spurti, miðteini og kúluvarpi. Samlað sær yvirlitið soleiðis út:
- Gentur og dreingir 8-9 ár: 40 m og longdarlop
- Gentur og dreingir 10-11 ár: 80 m og longdarlop
- Gentur og dreingir 12-13 ár: 200 m, kúlustoyt og longdarlop
- Gentur og dreingir 14-15 ár: 200 m, 1.000 m og kúluvarp
- Gentur og dreingir 16-17 ár: 200 m, 1.000 m og kúluvarp
- Gentur og dreingir 18-19 ár: 200 m, 1.000 m og kúluvarp
Kappingarnar byrja kl. 18.00 og verða lidnar innan kl. 20.00. Luttakararnir eiga tí at møta í seinasta lagi kl. 17.30 og verða klárir til sín start tíggju minuttir innan kappingin byrjar. Startlistar og tíðarætlan verður lagt út her á síðuni. Mint verður á, at kappast skal í litum hjá avvarðandi felagi.
Minnist til: Seinasta freist fyri tilmelding er sunnukvøldið!!