Í sambandi við Tórshavn Maraton hevur Bragdið boðið kenda danska renni-globetrottaranum Jesper Kenn Olsen til Føroya. Jesper er kendur fyri at hava runnið runt alla jørðina, og fer hann at siga frá síni ferð í SMS leygarkvøldið. Fyrilesturin verður á Baresso, har eisini Pól Sundskar fer at greiða frá sínum 7 maratonteinum dag um dag. Skráin fyri tiltakið á Baresso verður hendan:
Leygardagur 04.september kl.17:00.
Kl. 17:00 – 17:05 Fríðrikur Bláhamar bjóðar vælkomin, og sigur nøkur orð um sítt fyrsta maraton.
Kl. 17:05 – 17:10 Hákun Djurhuus greiðir frá um rutuna og tiltakið sum heild.
Kl. 17:10 – 17:40 Pól Sundskarð greiður frá 7xmarathon uppá 6 dagar á Borgundarhólmi 2010.
Kl. 17:40 – 17:50 Stuttur kaffistøðgur
Kl. 17:50 – 19:00 Jesper Kenn Olsen greiður frá WorldRun I og II
Men longu fríggjadagin kl. 15.30 bjóðar borgarstjórin Heðin Mortensen til móttøku í Posthúskjallaranum. Vónandi møta øll áhugað fjølment til hesi bæði tiltøkini.
Leygarmorgunin skipar Hvirlan fyri opnari kapping á Tórsbreyt, har diskoskast, hæddarlop og trístøkk er á skránni. Á startlistan er komin eingin annar enn stinnasti danin seinnu árini, Peter Berling, sum í ár hevur sett persónligt met við 54,37 m! Ætlanin hjá Peter var at kappast í Helsingborg hetta vikuskiftið, men tann kappingin varð avlýst. Hann hevur síðan fingið eyga á kappingina heima í Føroyum. Peter hevur longu nú lovað, at hann setir breytamet á Tórsbreyt leygardagin, og tey ið hava áhuga fyri kasti og frælsum ítrótti yvirhøvur eiga at fara at hyggja eftir hesum frálíka kastaranum!
1 comment
Hygga nú! kend fólk á Torsbreyt 😀
Comments are closed.