Vit gleða okkum at skipa fyri FM hetta vikuskiftið. Alt er við at vera klárt, og her komu seinastu upplýsingarnar.
Spurtarar skulu minnast til at krossa seg av á uppslagstalvuni í seinasta lagi 30 minuttir undan ásettu starttíðini.
Á 100 m innleiðandi hjá monnum eru tað tveir teir skjótastu umframt tvær tær bestu tíðirnar, sum koma í finaluna.
Í teknisku greinunum eru tað seks tey bestu eftir tríggjar royndir, sum fáa tríggjar royndir afturat.
Tíðarætlanin fyri sunnudagin verður løgd út leygarmorgun tíðliga.
Fyriskipingartoymið er soleiðis mannað leygardagin:
Kappingarleiðari: Guttorm Sørensen
Startdómari: Niels Jákup Jakobsen
Við telduna: Einar Gregersen og Jan Elmar Sørensen
Heiðursmerki: Rigmor N. Arge
Við mikrofonina: Hallur Holm
Vindmátari: Valborg Heinesen
Dómari longdarlop: Svend Åge Seloy
Hjálpari longdarlop: Herluf Jakobsen
Hjálpari longdarlop: Fríðrikur Bláhamar
Úrslitatalva longdarlop: Karin Holm Simonsen
Matmóður: Borgarhjørt Holm
Dómari sleggja og klingra: Steinolvur Geyti
Hjálpardómari sleggja og klingra: Birna Abrahamsen
Hjálpardómari sleggja og klingra: Eydna Patursson
Hjálpardómari sleggja og klingra: Bjørt Lamhauge
Og manningin sunnudagin er hendan:
Kappingarleiðari: Guttorm Sørensen
Startdómari: Niels Jákup Jakobsen
Við telduna: Einar Gregersen og Jan Elmar Sørensen
Við Mikrofonina: Hallur Holm
Heiðursmerki: Rigmor N. Arge
Dómari trístøkk: Søren Antoft
Vindmátari: Andreas Antoft
Hjálpari longdarlop: Herluf Jakobsen
Hjálpari longdarlop: Eydna Weihe
Úrslitatalva longdarlop: Karin Holm Simonsen
Dómari hæddarlop: Jógvan Glerfoss
Hjálpardómari og úrslitatalva hæddarlop: Gunnvá Wardum
Matmóður: Borgarhjørt Holm
Dómari spjót: Steinolvur Geyti
Hjálpardómari spjót: Anna Simonsen
Hjálpardómari spjót: Annfinn Simonsen
Hjálpardómari spjót: Jákup Dahl Ljósheim
Dómari kúla: Steinolvur Geyti
Hjálpardómari kúla: Jákup Dahl Ljósheim
Hjálpardómari kúla: Alda Lamhauge
Hjálpardómari kúla: Helgi Geyti
Vit vilja minna høvuðsdómararnar um at hava kappingarøkið klárt í góðari tíð. Reiðskapur, plankar, sandur, startlistar, úrslitatalvur, walkie-talkie, patrónir, dómarajakkar o.s.fr…… alt hetta tekur tíð, so møtið í góðari tíð.
Eftir er bert at ynskja øllum eina góða kapping.
Hallur Simonsen á Jersey við silvurkrónu um hálsin. Til FM hevur hann teknað seg til heilar sjey kappingar.