Um vikuskiftið koma Anders Sækmose og Lisbeth Bertelsen úr Danmark til Føroya, at hava venjingar saman við feløgunum í frælsum ítrótti. Tey koma hósdagin 12. februar og fara avstað aftur mánadagin 16. februar.
Vitjanin kom í lag í september seinasta ár, tá nakrir føroyskir íðkarar vóru við til DM fyri Ung í Hvidovre.
Tey bæði hava verið aktiv í frælsum ítrótti í fleiri ár, hava luttikið á danska landsliðnum og vunnið fleiri donsk meistaraheitir. Anders (f.1974) hevur serliga gjørt vart við seg í hekkurenning, meðan Lisbeth (f.1971) serliga hevur gjørt vart við seg í trýstøkki og longdarlopi. Eftir at hava verið aktivur í fleiri ár, hevur Anders nú flutt seg yvir í venjarastarvið. Hann er í dag høvuðsvenjari í Vejle Idrætsforening og lærari á Vejle Idrætsefterskole, har hann hevur ábyrgd av breytini fyri frælsum ítrótti.
– Mær dámar væl at vera á stadion, í skógini ella í venjingarhølinum og arbeiða við íðkarum sum hava málsetningar. Tað er í sær sjálvum ein fragd yvir eina tíð, at síggja framgongd í koordination, styrki, teknikki o.s.v. óansæð støði, sigur Anders Sækmose, sum hevur universitetsútbúgving i biologi og við ítrótti sum sergrein. Hann er m.a. annað venjari hjá Rasmus Terp, sum er ein av bestu 800m rennarun í Danmark fyri tíðina.
Anders Sækmose og Lisbeth Bertelsen “in action” fyri Vejle IF
Persónlig met hjá Anders:
Grein | PM |
50m | 6,08 sek |
60m | 7,13 sek |
100m | 10,92 sek |
200m | 22,44 sek |
400m | 49,9 sek |
50m hekk | 6,82 sek DR |
60m hekk | 7,96 sek |
110m hekk | 14,18 sek |
400m hekk | 53,91 sek |
Hæddarlop | 1,95 m |
Longdarlop | 6,81 m |
Trýstøkk | 13,98 m |
10 kamp | 6261 point |
Persónlig met hjá Lisbeth:
Grein | PM |
100m | 12,66 sek |
100m hæk | 15,00 sek |
Longdarlop | 5,82 m |
Trýstøkk | 12,84 m |
Skráin fyri venjingarnar er hendan:
Hósdagin kl. 18-19 Bragdið (innandura Háskúlin)
Fríggjadagin kl. 15-17 Treysti (Kí-Høllin)
Leygardagin kl. 10-12 Talentbólkurin (Tórsbreyt)
Leygardagin kl. 14-17 Hvirlan (innandura Kommunuskúlin)
Leygardagin kl. 19-20 Fyrilestur/Framløga (ÍSF-Húsið)
Sunnudagin (kemur seinni)
Allir venjarar í teimum einstøku feløgunum fyri frælsan ítrótt, eru eisini vælkomnir at eygleiða tær einstøku venjingarnar, sum tey bæði, Anders og Lisbeth, hava hjá hinum feløgunum.