Fyrri fyrilesturin, har øll er vælkomin, verður hósdagin 26. apríl kl. 19.00 í Býráðshøllini í Klaksvík.
Seinni fyrilesturin, sum er fyri limir í rennifeløgunum, verður fríggjadagin 27. apríl kl. 19.00 í Býráðshøllini í Klaksvík. Allir limir í teimum føroysku rennifeløgunum eru tá vælkomnir.
Tað er ókeypis atgongd til báðar fyrilestrarnar við Peder Troldborg – so møtið fjølment!