Tað sæst at fyrsta altjóða kappingin hetta kappingarárið (innandura HM) nærkast, við tað at ikki færri enn trý heimsmet vóru sett hetta vikuskiftið. Tvey í russiska innandura meistaraheitinum, og eitt í altjóða kapping í Karlsruhe (Tysklandi).
Í Russlandi var tað Yelena Soboleva, ið betraði um sítt egna nú tvey ára gamla heimset á 1500 m teininum. Hon betraði metið við 23/100, so tað nú er 3 min 58,05 sekund. Hitt metið, sum var sett í russiska meistaraheitinum, var á 4×800 m hjá kvinnum. Metið var sett av “Sverdlovsk økinum”, sum sostatt tók metið, ið “Moskva øki” settið í fjør (Feb. 2007)
Í Karlsruhe var tað Susanna Kallur úr Svøríki, sum setti heimsmet. Hon hevur í nærum hvørjari kapping higartil i vetur sett persónligt met, og nærkaðist allsamt meira heimsmetinum, og í Karlsruhe megnaði hon so at seta heimsmet við tíðini 7.68 sekund í 60 m forðarenning. Tað er 1/100 betur enn gamla metið, ið var eitt av elstu metunum innan frælsar ítóttir. Ludmila Enquist (tá Ludmila Narozhilenko) setti gamla metið í 1990.