Aftur í kvøld fingu føroysku íðkararnir á Bermuda fram úr góð úrslit. Og aftur í kvøld kom eitt heiðursmerki! Og tað var eingin annar enn veteranurin Heri Ziska, sum í kvøld vann sítt 14. heiðursmerki í oyggjaleikahøpi. Heri var fyrstu ferð við á oyggjaleikunum í Føroyum í 1989 sum nýbyrjaðaur klingrukastari. Tvey ár seinni hevði hann longu kastað seg yvir kastiítróttin, men vegna skúlagongd lá ikki fyri at fara til oyggjaleikirnar á Álandi í 1991. Á Isle of Wight í 1993 vann Heri sítt fyrsta oyggjaleikaheiðursmerki, og síðan hevur hann ikki verið til at støðga aftur nú hann luttekur á 12 sinni. Her er eitt yvirlit yvir hansara einastandandi úrtøku í oyggjaleikahøpi:
- 2 gull – klingrukast 1999 og 2003
- 3 silvur – klingrukast 1995 – 1997 og hamarakast 1995
- 9 bronsu – klingrukast 1993 – 2001 – 2007 – 2013, hamarakast 1997 – 1999 – 2001 og kúlustoyt 1995 og 1997
Ikki bara hevur Heri verið undangongumaður innan kast í Føroyum. Hann hevur eisini sett við eitt størri herlið av ungum íðkarum innan allar greinarnar í frælsum ítrótti!
Yndisgreinin hjá Hera hevur allar tíðir verið klingrukast. Men tað er nú rættiliga long tíð liðin síðani hann setti føroyska metið, 48,50 m. heilt afturi í 1994. Kortini kann skjótt 46-ára gamli Heri við úrslitum um 40 metrar framvegis kappast í stuttliga endanum í flestu kappingum – oyggjaleikir íroknaðir. Hesuferð var hann við 39,77 beint undir, men hetta rakk kortini so ríkiliga til eitt pláss á skamlinum sum bronsuvinnari – tað áttanda heiðursmerkið í klingrukasti.
Heri á skamlinum við sínum 14. oyl-heiðursmerki. Frælsur Ítróttur Føroya ynskir hjartaliga tillukku!