Eftir eina væleydnaða BETRI Stórkapping 1 á Tórsbreyt seinasta leygardag er longu tíð at melda til næsta umfar av BETRI Stórkappingini 2021.
Kapppingin, sum byrjar leygardagin 29. mai kl. 12, verður á Tórsbreyt og fevnir um hesar greinar:
Spurtteinar
40m børn + 8-9 ár
200m 10-11 ár, 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Miðteinar
400m 8-9 ár og 10-11 ár
800m 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Kast
Bóltkast 8-9 ár
Kúlustoyt 10-11 ár og 12-13 ár
Spjótkast 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Lop
Longdarlop 10-11 ár, 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár og vaksin
Hæddarlop 12-13 ár
Langteinakapping
Eins og seinast verður ein langteinakapping undan stórkappingini.
Hesaferð verður kappast á 5.000m. Seinast vóru tríggir íðkarar við – allir tríggir menn og allir tríggir úr Roysninum. Vónandi fara vit at síggja íðkarar úr øðrum feløgum og umboðandi bæði kynini á 5.000m.
Tað eru Hvirlan og FÍF, sum skipa fyri BETRI Stórkapping 2.