Leygardagin 29. august skipar Hvirlan vegna FÍF fyri FM fyri ung í diskuskast og FM í kasti 5-kampi og vektkast fyri vaksin. Kappast verður fyrst í diskus hjá teimum ungu áðrenn tey vaksnu fara at royna seg í kasti 5-kamp og vektkast.
Greinarnar eru sostatt
- Diskuskast, D12-13, D14-15, D16-17, D18-19, G12-13, G14-15, G16-17 og G18-19.
- Kasti 5-kamp, menn og kvinnur (árgang 93 og fyrr). kappast verður í raðfylgjuni: hamarkast, kúlustoyt, diskuskast, spjótkast og vektkast.
- Vektkast, menn og kvinnur (árgang 93 og fyrr)
Tilmelding er her á síðuni undir tilmeldingar – FM í K5K. Seinasta freist at melda til er hósdagin kl. 22.00.