Home Kast Føroyaleikir 2. dagur – frásøgn

Føroyaleikir 2. dagur – frásøgn

by Sølvi Reinert Hansen

Hildið varð fram við Føroyaleikum á Tórsbreyt í dag. Kappast varð nakað seinni enn í gjár, eftirsum setanin av Føroyaleikum í Havn, var á Tórsbreyt undan kappingunum. Sum á øllum setanum kring landið, var tøgn eina løtu fyri at minnast okkara Gutta.

Eins og í gjár vóru líkindini frálík, vindmegin snaraði um 0 m/S, sum er heldur óvanligt her hjá okkum.

Og eins og í gjár vóru fleiri persónlig met og ársbestu sett á Føroyaleikum.

Kappast var í renning á 800 m og 110 m rimarenning, trýstøkki og kúlustoyti.

800m
Jónas Gunnleivsson Isaksen úr Bragdinum vann 800 m kappingina hjá monnum við 2.03,11 min.

Og Vibeka Eihilt Sivertsen, Treysti, vann 800 m hjá kvinnum. Vibeka setti persónligt met við 2.24,33, og kláraði samstundis elitukravið. Tabita Havnnastein, Treysti, gjørdist nummar tvey við 3.10,97.

110 m rimarenning
Andreas Bjarnastein Antoft, Bragdið, vann við 17,49 sek.

Trýstøkk
Miso Buha úr Hvirluni vann kappingina hjá monnum við 13,66 m, frammanfyri Hørður Joensen við 9,81. Hørður umboðar eisini Hvirluna.

Hjá kvinnum vann Margit Weihe Frímundsdóttir, Bragdið, við 10,62 m, sum ársbesta. Bára Jógvansdóttir úr Bragdinum gjørdist nummar tvey við 10,28 m, somuleiðis ársbesta, og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar gjørdist nummar trý við 10,07 m, sum er persónligt met. Hon umboðar eisini Bragdið.

Kúlustoyt
Hallur Simonsen, Hvirlan, vann kappingina í kúlustoyt hjá monnum við 11,36m, sum er persónligt met. Tróndur Arge, Hvirlan, gjørdist nummar tvey við 10,17 m, sum eisini er persónligt met, og Hørður Joensen, Hvirlan, gjørdist nummar trý við 7,94 m

Heili 8 kvinnur kastaðu kúlu í dag. Lydia Poula Simonsen, Hvirlan vann kappingina við 9,54 m, frammanfyri Elin Niclasen, Hvirlan, 8,66 m, og Lovisu Niclasen, Hvirlan, 8,16 m.

Á degi 3 í morgin verður kappast í hesum greinum: 400 m, 5.000 m, longdarlopi og diskuskasti.

Øll úrslitini frá degi tvey eru at finna á hesi leinkju.
09.07.21 Føroyaleikir dagur 2

Og hópin av myndum, sum Bjørg Svabo tók fyri Hvirluna, eru at finna her.

0 comment
0

Related Articles