Home Kappingar á breyt Føroyaleikir 2022

Føroyaleikir 2022

by Sølvi Reinert Hansen

Kappingin í frælsum ítrótti á Føroyaleikum varð fyriskipað í dag. Á Tórsbreyt varð kappast í 100 m, 800 m, 5.000 m, longdarlopi, hæddarlopi og spjótkasti. Í Vági var Føroya Sunnasta Hálvmarathon eisini partur av Føroyaleikum.

Hóast líkindini vóru so sum so kring landið, góðu Føroyaleikir okkum aftur hesaferð nakrar fínar kappingar.


100M KVINNUR
Mest spennandi kapping á Føroyaleikum hesaferð var 100 meturin hjá kvinnum, har tríggjar av allarskjótastu kvinnum í Føroyum, stillaðu upp. Hesar vóru Tinna B. Jørgensen, ið setti føroyskt met á 100 metrum á VU-Spelen í Gøteborg fyri 14 døgum síðan. Oddvør Josephsen, ið setti føroyskt met á 200 metrum í somu kapping. Og Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum venur til dagligt í Ålborg, og sum hevur verið av skjótastu kvinnum í landinum í fleiri ár.
Persónligu metini hjá hesum trimum vóru: Tinna (12,78), Oddvør (12,85) og Margit (13,02).

Tað var nógvur undanvindur á Tórsbreyt kl. 13.00, tá ið semifinalurnar vóru á skránni, og tí skuldu fremstu rennararnir ikki kýta seg stórvegis fyri at fáa góðar tíðir. Oddvør Josephsen hevði bestu innleiðandi tíðina við 12,88 sek. (+4,2 m/s), næstbestu innleiðandi tíðina hevði Tinna B. Jørgensen við 12,98 sek. (+6,1 m/s), triðbestu innleiðandi tíðina hevði Rikke Madsen við 13,26 sek. (+4,8 m/s) og fjórðbestu tíðina hevði Margit Weihe Fríðmundsdóttir við 13,69 sek. (+6,2 m/s).

Vindurin var líka nógvur, tá ið finalan var á skránni kl. 15.50, men hóast hetta, so vóru kvinnurnar klárar at gera sítt ítarsta fyri at vinna henda klassiska teinin. Og teir áskoðararnir, ið vóru møttir upp, fingu spenning fyri allar pengarnar. Oddvør og Tinna runnu lið um lið størsta partin av teininum, men tá ið tær komu um málstrikuna, var Oddvør ein fót frammanfyri. Tíðin hjá Oddvør var 12.31 sek., sum er nógv tann skjótasta tíðin, ið er runnin av føroyskari kvinnu. Nógvi vindurin (+8,2 m/s) gjørdi sjálvandi, at tíðin ikki varð góðkend. Tíðin hjá Tinnu var 12.40 sek., sum eisini er ein framúr góð tíð. Nr. trý gjørdist Rikke Madsen við tíðini 13.00. Nr. fýra gjørdist Arina Ludvig Michelsen við tíðini 13,76 sek. Og nr. 5 gjørdist Hennie Maria Samuelsen við tíðini 14,33 sek..
Margit meldaði frá, stutt undan finaluni.


100M MENN
Nógvir av teimum dreingjum og monnum, ið hava runnið skjótastu tíðirnar á 100 metrum seinastu tvey árini, høvdu ikki meldað til Føroyaleikir hesa ferð. Fólk vóru tí í iva um, hvør mundi fara við sigrinum.
Tá ið til stykkis kom vann Leon Johannesen kappingina við tíðini 11,99 sek. Nr. tvey gjørdist Finnur E. Hansen við tíðini 13,19 sek.. Nr. 3 gjørdist Antoni Majewski við tíðini 13,28 sek. Og nr. 4 gjørdist Villiam á Lava Persson við tíðini 14,94 sek.. Mannligu rennarnir høvdu nógvan undanvind (+6,0)


800M KVINNUR
Hóast fýra kvinnur høvdu boðað frá luttøku í 800 metra kappingini, so møttu bara Maria Biskopstø og Ai Waagstein til start, tá ið til stykkis kom. Maria hevur føroyska metið á 400 metrum og 400 metrum rimarenning, og hon var stórfavorittur at vinna miðteinarenningina, men nógvi vindurin á Tórsbreyt gjørdi tað nærum ómøguligt hjá Mariu at hugsa um at seta persónligt met.
Maria vann gull uttan stórvegis kapping við tíðini 2.38,33 min. Ai gjørdi sítt besta og vann silvurmerki við tíðini 3.09,87 min.


800M MENN
Tað var trupult at siga frammanundan, hvør fór at vinna 800 metra kapprenningina hjá monnum. Kollfirðingurin, Evald við Garð, ið umboðaði Føroyar á Oyggjaleikunum fyri fleiri árum síðan, hevði boðað frá luttøku. Hann skuldi kappast við Leon Johannesen, sum hevur vant regluliga í eina tíð. Persónliga metið hjá Leon varð sett í mai í ár og er 2,14,53 min. Hóast veðurlíkindini ikki vóru nakað serlig, fingu vit eina spennandi kapping, har Leon var frammanfyri ta mesta av renningini, men Evald royndi at taka hann, tá ið tað restaðu 200 metrar. Leon fór um málstrikuna við studentshúgvu á høvdinum og tíðini 2.32.68. Evald kom á mál stutt eftir við tíðini 2.36.55 min.


5.000M MENN
Tríggir menn vóru tilmeldaðir. Hin fyrsti var Tummas Napoleon Arge, sum valdi at fara frá sprintrenning til mið- og langteinarenning fyri nøkrum árum síðan, og sum ikki gjørdi mætari enn at vinna klassiska teinin Runt Agnið í 2020 við stak góðu tíðini 35,29 min.. Hin næsti var Ingi Johannesen, ið hevur tikið seg støðugt fram seinnu árini, og sum gjørdist nr. 2 bæði á 5000 metrum (17,54 min.) og á 10.000 metrum (37,40 min.) á Føroyaleikum í 2021. Og hin triði var Antoni Majewiski, ið er ættaður úr Póllandi og búsitandi í Føroyum. Antoni hevði undan hesi kappingini ikki nakra skrásetta tíð á 5000 metrum.
Hóast tað var bæði regn og vindur, so valdi Tummas Napoleon Arge at renna allan teinin einsamallur og í einum tempo, ið var ov høgt bæði til Inga og Antoni. Hann rann javnt og gott og kom á mál við tíðini 18.36,06 sek.. Á øðrum plássi kom Ingi Johannesen við tíðini 19.35.92, og Antoni gjørdist nr. 3 við tíðini 20.48.01.

LONGDARLOP KVINNUR
Undan kappingini í longdarlopi fyri kvinnur var ilt at spáa um, hvør mundi fara við gullinum. Teresa Bláhamar, ið hevur hæddarlop sum sergrein, stillaði upp. Persónliga metið hjá Teresu varð sett í 2021 og er 5,10 m. Margit Weihe Fríðmundsdóttir, ið vann bronsumerki í trístøkki á Oyggjaleikunum í 2017, hevði eisini boðað frá luttøku. Persónliga metið hjá Margit í longdarlopi varð sett í 2019 og er 4,94 m. Og Tinna B. Jørgensen, ið hevur gjørt tað til vana at renna 100 metrar undir 13 sekund, var somuleiðis til reiðar at vita, hvussu langt hennara skjótu bein kundu leypa. Persónliga metið hjá Tinnu varð sett í 2021 og máldi 4,69 m.
Tinna tók áskoðararnar í dag á bóli og vann kappingina við einum lopi, ið máldi 5.06 m. (+7,8 m/s). Hóast alt ov nógvan undanvind, so er eyðsæð, at Tinna hevur tikið seg nógv fram í longdarlopi seinastu tíðina. Nummar tvey í kappingini gjørdist Teresa við einum lopi, ið varð mált til 4.86 m. (+6,1 m/s). Og nr. 3 gjørdist Margit, ið megnaði at leypa 4.61 m (+8,0 m/s) í dag.


LONGDARLOP MENN
Bara tveir menn høvdu hug at royna seg í longdarlopi á Føroyaleikum 2022. Hesir vóru Leon Johannesen, ið hevur eitt persónligt met á 5,16 m. og Villiam á Lava Persson, ið hevur eitt persónligt met á 4,00 m.
Longsta lopið hjá Leoni í dag var 4,50 m. (+9,2 m/s). Longsta lopið hjá Viliam var 4,22 (+7,7 m/s)


HÆDDARLOP KVINNUR
Bara tveir luttakarar høvdu meldað til kappingina í hæddarlopi. Hin fyrra var Teresa Bláhamar, sum hevur verið einaráðandi í hæddarlopi seinastu árini, og hin seinna var Hennie Maria Samuelsen, ið hevur víst góð evni í hesi sera tekniskt krevjandi grein. Teresa vann ikki óvæntað kappingina. Hennara hægsta lop var 1.58 metrar. Hennie fekk silvurmerki við einum lopi á 1,40 m.


SPJÓTKAST KVINNUR
Tvær kvinnur høvdu meldað til kappingina í spjótkasti hesa ferð. Hin fyrra var Elin Niclasen, ið hevur vunnið allar kappingar í spjótkasti seinnu árini, og sum í 2021 megnaði at bøta um føroyska metið hjá kvinnum við góðum 4 metrum. Hin seinna var Ai Waagstein, ið ikki hevur íðkað frælsan ítrótt so leingi sum Elin, men sum tó hevur tikið lut í flest øllum ungdómskappingum á breyt tvey tey seinastu kappingarárini. Undan kappingini var Elin stórur favorittur at vinna tvídystin. Og so varð eisini. Longsta kastið hjá Elini í nógva mótvindinum í dag máldi 33.96 m. Longsta kastið hjá Ai máldi 26.31 m.


SPJÓTKAST MENN
Í spjótkasti hjá monnum høvdu tríggir menn boðað frá luttøku. Hesir vóru Finnur Ejdesgaard Hansen, Leon Johannesen og Villiam á Lava Persson. Eingin teirra hevði gjørt um seg sum spjótkastari áðrenn kappingina. Finnur Ejdesgaard varð óheppin og meiddi sær økslina í upphitingini. Hann kastaði tí bara tað eina kastið, ið var mált til 23,17 metur. Hetta var longsta kastið á degnum. Nr. 2 í kappingini gjørdist Leon, hvørs longsta kast varð mált til 20.89 m.. Og nr. 3 gjørdist Villiam við einum kasti á 14.77 m.


HÁLVMARATHON KVINNUR
29 kvinnur og 12 menn luttóku í Føroya Sunnasta Hálvmarathon, sum harumframt eisini hevði gangandi luttakarar og nøkur, sum runnu 10 km.

Hjá kvinnum vann Borgarhjørt Holm úr Bragdinum við 1.38,07 tím., framanfyri Lydiu Jacobsen úr Roysninum, 1.42,13, og Rannvu Johannessen úr Hvistuni, 1.53,53 tím.


HÁLVMARATHON MENN
Skjóti maðurin úr Roysninum, Bjarki Jphannesen vann aftur í ár hálvmarathon á Føroyaleikum, hesaferð við 1.18,32 tím. Nummar tvey gjørdist Jaspur Højgaard, somuleiðis úr Roysninum, við 1.25,42, og nummar trý Hans Terji Zachariasen úr Frælsi, 1.46,46 tím.

Vitja okkum á Facebook og Instagram. Har eru fleiri myndir og videobrot.

Vit takka Rakul Napoleonsdóttir fyri orð og myndir.

0 comment
0

Related Articles