Home Kast Frælsur ítróttur á Føroyaleikum

Frælsur ítróttur á Føroyaleikum

by Sølvi Reinert Hansen

ÍSF skipar í døgunum 8.-11. juli fyri Føroyaleikum kring landið.

Frælsur ítróttur luttekur eisini í Føroyaleikum.

Hjá okkum er talan um eina kapping í frælsum ítrótti á breyt á Tórsbreyt (8.-11.juli) og eitt hálvmarathon í Vági (10. juli).

Skráin fyri kappingina á Tórsbreyt verður endaliga løgd, tá tilmeldingarnar eru komnnar inn. Fyribils verður lagt upp til hesar kappingar yvir teir 4 dagarnar.

Tilmelding til Føroyaleikir
ÍSF umsitir tilmeldingina til Føroyaleikir. Í henni ber til at bíleggja og rinda fyri mat, gisting og serligu t-shirtina og dunkin, sum eru gjørd til Føroyaleikir. Her verður eisini eitt serligt luttøkugjald fyri luttøku á Føroyaleikum goldið.

GG: Freistin til hesa tilmeldingina er longu nú leygardagin 19. juni. So um tit ynskja at gista, eta ella fáa t-shirt og dunk, mugu tit gera skjótt av við hesi tilmeldingini.

Melda til Føroyaleikir á serligur Føroyaleikaheimasíðuni her.

Tilmelding til frælsa ítróttin
Tilmeldingin til frælsu kappingina á breyt og Kirvi Føroya Sunnasta Hálvmarathon fara, sum vanligt, fram umvegis tilmeldingarskipanina hjá ÍSF.

Freitin til frælsu kappingina á breyt er sett eina viku áðrenn kappingina, so vit fáa lagt endaligu skránna. Hendan tilmeldingin er sum vant ókeypis.

Freistin at melda til Kirvi Føroya Sunnasta Hálvmarathon er sett til 20. juni, hetta fyri at fáa eina serliga hálvmarathon t-shirts.

Aldursbólkar
Kappingin á breyt er opin fyri tey, sum eru fødd í 2009 ella fyrr, t.v.s. frá teimum, sum fylla 12 ár í ár og til vaksin. Kappast verður um gull, silvur og bronsu heiðursmerki hjá kvinnum og monnum. Øll kappast tí í sama aldursbólki, men heiðursmerki eru til hvørt kyn.

Tó er serlig áseting fyri 10.000 m, har aldursmerkið er 15 ár (t.v.s. fødd í 2006 ella fyrr).

Fyri at luttaka í Kirvi Føroya Sunnasta Hálvmarathon skalt tú vera føddur í 2002 ella fyrr.

0 comment
0

Related Articles