Í gjárkvøldið skipaði Frælsur Ítróttur Føroya fyri fyrsta umfarinum av Grand Prix kappingini fyri børn og ung á Svangaskarði.
Eini 50 børn kappaðust í renning á spurt- og miðteinum og kúlustoyt. Hóast tað var eitt frískt lot og nakað kalt, var tiltakið sum heild væleydnað.
Úrslit og fleiri myndir frá tiltakinum verða at síggja seinni.