Home Kast Komið og meldið til Føroyaleikir í frælsum ítrótti

Komið og meldið til Føroyaleikir í frælsum ítrótti

by Sølvi Reinert Hansen

Enn er tíð at meldað til stóru kappingina í frælsum ítrótti á Føroyaleikum, sum verður 8.-11. juli. Higartil eru 80 startir tilmeldaðir, men vit vóna at fáa nógv fleiri við.

Gávukort frá Atlantic Airways at vinna
Øll, sum luttaka í frælsum ítrótti á Føroyaleikum, eru við í lutakasti um góðar vinningar, m.a. gávukort frá Atlantic Airways.

Eisini fáa luttakarar serligu t-shirtina og dunkin frá Føroyaleikum.

Luttøkan er heilt ókeypis, og meldað verður til umvegis tilmeldingarsíðuna hjá FÍF innan sunnukvøldið 4. juli á midnátt.

Øl eru vælkomin at royna seg í frælsum ítrótti á Føroyaleikum, eisini tey, ið vanliga íðka aðrar ítróttagreinir.

Skráin
Kappingin í frælsum ítrótti verður spjædd yvir 4 dagar, frá 8. til 11. juli, so til ber at royna seg í fleiri ymiskum greinum.

Kappingarskráin verður endaliga løgd, tá tilmeldingarfreistin er úti sunnukvøldið 4. juli á midnátt. Fyribils skráin fyri kappingin er hendan.

Aldursbólkar
Kappingin á breyt er opin fyri tey, sum eru fødd í 2009 ella fyrr, t.v.s. frá teimum, sum fylla 12 ár í ár og til vaksin. Kappast verður um gull, silvur og bronsu heiðursmerki hjá kvinnum og monnum. Øll kappast tí í sama aldursbólki, men heiðursmerki eru til hvørt kyn.

Tó er serlig áseting fyri 10.000 m, har aldursmerkið er 15 ár (t.v.s. fødd í 2006 ella fyrr).

0 comment
0

Related Articles