Home Komandi tiltøk 24. Føroya Bjór Renningin leygardagin 24. juli

24. Føroya Bjór Renningin leygardagin 24. juli

by Sølvi Reinert Hansen

Leygardagin 24. juli kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum í ár eru fyri vaksin. Hetta er 24. ferð, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997, at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning.

Øll árini síðani renningin byrjaði í 1997 hevur luttøkan verið sera góð, og tað vóna vit, at hon verður aftur hesaferð. Fyrstu árini vóru tað flest børn í luttóku, men seinnu árini hava nógv vaksin luttikið eisini.

Í ár verður renningin so leygardagin 24. juli kl. 11.00. Tey vaksnu renna trý umfar og tilsamans 5 km á teini, sum er uppmátaður og góðkendur.

Hjá øllum verða startur og mál á vegnum uttanfyri Telebúðina.

Skráin
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 5. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur (f. 1976-2007) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Veteranar (f.1966-1975) – 5 km
kl. 11.00 Menn/Kvinnur Superveteranar (f.1965 ella fyrr) – 5 km
kl. 12.00 Heiðursmerkjahandan uttanfyri/innanfyri Norðoya Sparikassa

Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF. Freistin fyri onlinetilmelding er fríggjakvøldið 4. juni kl. 22.00. Luttøkugjaldið er kr. 60 fyri vaksin. Leinkja til tilmeldingina er HER.

Tey sum tilmelda seg online, skulu avheinta startnummur í deildini hjá Norðoya Sparikassa í góðari tíð áðrenn start.

Eisini ber til at eftirtilmelda seg í deildini hjá Norðoya Sparikassa, í seinasta lagi ½ tíma áðrenn renningarnar byrja. Allir luttakarar verða bidnir um at møta í góðari tíð áðrenn renningin byrjar.

Øll eru vælkomin at verða við, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.

0 comment
0

Related Articles