Rennikappingin í Miðvági, sum eisini er 5. umfar í Grand Prix renningini hjá FÍF, verður leygardagin 12 juli kl. 12.00. Øll eru vælkomin at luttaka, men fyri at telja við í samlaðu støðuni, skal ein verða limur í onkrum av frælsu ítróttarfeløgunum. Barnarenningin verður avgreidd ímeðan tey vaksnu renna.
Aldursbólkarnir í Grand Prix renningini verða hesir:
· Kvinnur opin bólkur (f. -1992)
· Menn opin bólkur (f. – 1992)
· Kvinnur (K45+) f. 1962-1953
· Menn (M45+) f. 1962-1953
· Kvinnur (K55+) f. -1952 ella fyrr
· Menn (K55+) f. -1952 ella fyrr
Bólkarnir í barnarenningini eru sum vit kenna teir frá fyrr:
· Dreingir/gentur -7 ár (f. 2001 ella seinni)
· Dreingir/gentur – 10 ár (f. 1998-2000)
· Dreingir/gentur – 13 ár (f. 1995-1997)
· Dreingir/gentur – 17 ár (f. 1991-1994)
Børnini renna út á Kumlarnar (500m) og út á Bakka (1000m). Teir báðir yngru bólkarnir renna 500 metrar, og teir báðir eldru 1000 metrar.Møtt verður í við MB-húsið við fótbóltsvøllin í Miðvág. Startnummur verða býtt út frá kl. 11.00. Heitt verður á fólk um at møta í góðari tíð. Tað verður byrjað stundisliga kl. 12.00 og heiðusmerkjahandan verður kl. 13.15.
Vinarliga
Nevndin í Frælsi