Leygardagin 15. mai byrjar Betri Stórkappingin. Kappingin er í trimum umførum, sum øll vera á Tórsbreyt. Kappast verður hesar dagar við vertsfelagi í klombrum:
15. mai – Bragdið
29. mai – Hvirlan
19. juni – Treysti/Roysnið
Roknast skal tó við, at felagið við høvuðsábyrgdini, kann hava tørv á hjálp frá hinum feløgunum.
Allar kappingardagarnar verður byrjað klokkan 12.00.
Kappingargreinarnar verða stórt sæð tær somu í ár sum í fjør. Tilmeldingin liggur klár, og allar tilmeldingar skulu vera avgreiddar týskvøldið 11. mai.
HER ber til at hyggja eftir hvussu kappingargreinarnar og kappingarreglurnar eru.