Home BETRI Vetrarkappingin Betri VK-7 verður í Vági næsta sunnudag

Betri VK-7 verður í Vági næsta sunnudag

by Sølvi Reinert Hansen

Hvistan skipar sunnudagin 13. mars fyri 7. umfari av Betri Vetrarkappingini í Vági.

Í ár verður kappingin runnin í Vági, har teinurin verður runnin av Vágseiði (við ítróttarhøllina) út gjøgnum bygdina, út á Nes og so inn aftur til Vágs, og endað verður á Vágseiði.

Teinurin er meinlíkur honum, ið bleiv runnin í 2018, tá VK-7 eisini var í Vági.

Børnini renna frá Vágshøll – Tríkantin – vatnið og aftur vatnið. Teinur 3,2 km.

Tey íðkandi kunnu skifta í hølunum á Eiðinum, og har eru sjálvandi eisini brúsur. Eftir tiltakið er ein kaffimuður og heiðursmerkjahandan á skránni.

Til tey ið ferðast suður, so fer Smyril kl. 11.00 av Havnini og er á Tvøroyri kl. 13.00. Og siglur Smyril norður aftur av Tvøroyri kl. 17.30.

Kappingin byrjar kl. 14.00.

Kappast verður í hesum bólkum:
Kappast verður í ymiskum bólkum og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.
-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2005) – umleið 8,7 km
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1967-1976) – umleið 8,7 km
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1957-1966) – umleið 8,7 km
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1956 ella fyrr) – umleið 8,7 km
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2001-2005) – umleið 8,7 km
-Gentur / Dreingir (f. 2006-2010) – umleið 3,2 km

Meldið til á tilmeldingarsíðuni her í seinasta lagi leygarkvøldið á midnátt, ella á staðnum í seinsta lagi 20 minuttir áðrenn startin.

0 comment
0

Related Articles