Home BETRI Vetrarkappingin BETRI VK6 á Viðareiði leygardagin

BETRI VK6 á Viðareiði leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

Leygardagin 26. februar kl. 11.00 skipar Treysti fyri 6. umfari í BETRI Vetrarkappingini. Hetta verður 14. ferðin, at Treysti skipar fyri Vetrarkapping norðanfyri. Startur og mál verður beint við Skúlan á Viðareiði.

Kappast verður í ymiskum bólkum, og byrja allir bólkar samstundis kl. 11.00.

-Kvinnur / menn opin bólkur (f. -2005) – umleið 8 km
-Kvinnur veteranar / Menn Veteranar (f. 1967-1976) – umleið 8 km
-Kvinnur/Menn Superveteranar (f. 1957-1966) – umleið 8 km
-Kvinnur/Menn Ultraveteranar (f. 1956 ella fyrr) – umleið 8 km
-Kvinnuunglingar / Mansunglingar (f. 2001-2005) – umleið 8 km
-Gentur / Dreingir (f. 2006-2010) – umleið 3 km

Teinurin verður umleið 8-9 km og rutan verður trý umfør á 2,7 km runt á Viðareiði, sum er 8,1 km. Harumfamt verður runnið til og frá Skúlanum har startur og mál verða. Børnini renna eitt umfar, tvs. umleið 3 km.

Í sambandi við renningina verða heiðursmerkir latin til nummar eitt, tvey og trý í øllum bólkunum. Sum vanligt er, so fer tilmelding fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo).

Leinkjan til tilmelding er her: Tilmelding BETRI VK-6 Viðareiði

Freistin at melda til er fríggjakvøldið 25. feb. kl. 22.00. Luttøkugjaldið er sum tað plagar, tvs. kr. 50 fyri vaksin og kr. 30 fyri børn. Eisini kann meldast til á staðnum hálvan tíma áðrenn start.

Luttakararnir verða bidnir um at møta við í Skúlanum á Viðareiði frá kl. 10.00. Startnummarið skal vera avheintað í seinasta lagi kl. 10.45.

Motiónsrenning
Treysti vónar at nógvir luttakarar verða við, tí renningin er samstundis motiónsrenning, sum er ókeypis, og har øll kunnu luttaka. Motiónsrenningin er 1 umfar, sum er 2,7 km.

0 comment
0

Related Articles