Nú verður høvi hjá rennarum at royna seg á einum av teimum longru teinunum, tá ið Bragdið skipar fyri FM kapping í hálvmarathon leygardagin 1. mai. kl. 17.00 Teinurin, sum er 21,1 km langur, byrjar og endar á Bursatanga.
Eisini opin kapping
Umframt, at renningin leygardagin er ein FM-kapping, er hetta eisini ein opin kapping, t.v.s. at øll, sum halda seg til, eru vælkomin at luttaka. Í ár verður aftur kappast í fleiri bólkum, kvinnur og menn (f. 1965-1993) og veteranar kvinnur og menn, tað eru tey, sum eru fødd 1955-1964. Eisini verður kappast millum tey, sum eri fødd 1954 ella fyrr, nevnd super veteranar.
Tilmelding
Kappingin leygardagin byrjar kl. 17.00. Tilmelding fer fram her á síðuni seinasta lagi fríggjakvøldið 30. apríl kl. 21.00. Startnummar skal avheintast á Bursatanga í seinasta lagi kl. 16.40 kappingardagin. Luttøkugjaldið, kr. 60,-, verður goldið, tá ið nummarið verður avheintað.
Teinurin, sum skal rennast leygardagin, er á sløttum (Yviri við Strond), so møguleikarnir eru góðir hjá rennarunum at fáa eina góða tíð. Bragdið bjóðar luttakarunum til ein góðan drekkkamunn aftaná renningina, í hølinum hjá Trygd á Kongabrúnni.
1 comment
tilmeling til ½-marathon leygardagin 1. maj 2010
Bústaður: Kollafjørður
Føðingardagur 25/10 -1956
Comments are closed.