FM í frælsum ítrótti verður á Svangaskarði leygardagarnar 5. og 12. august.
Tey vaksnu kappast 5. august í greinunum 100m, 400m, 1500m, 5000m, longdarlop, kúlustoyt og trýstøkk. Fyri at taka lut skalt tú fylla 15 ár seinast á kappingardegnum.
Ungdóms FM verður 12. august. Greinarnar verða ivaleyst 100m, 400m, 1500m, longdarlop og kúlustoyt. Aldursbólkarnir eru 10-11 ár, 12-13 ár, 14-15 ár, 16-17 ár, 18-19 ár.
Nærri verður at frætta um bæði tiltøkini í næstum.
Í báðum førum verður bert gjørligt at melda til her á heimasíðuni. Eingin tilmelding verður á staðnum, eftirsum heatini skulu leggjast.