Home Komandi tiltøk FM hálvmaraton verður 7. mai í Klaksvík

FM hálvmaraton verður 7. mai í Klaksvík

by Sølvi Reinert Hansen

Aftur í 2022 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2022.

FM HÁLVMARATON, NORÐOYA SPARIKASSI HÁLVMARATON, GANG EITT HÁLVMARATON, NORÐOYA SPARIKASSI STUÐULSSRENNING OG BARNARENNING VERÐUR LEYGARDAGIN 7. MAI 2022 Í GØTUNUM Í KLAKSVÍK. STARTUR OG MÁL UTTANFYRI HØVUÐSDEILDINA HJÁ NORÐOYA SPARIKASSA OG ØLL VÆLKOMIN AT RENNA VIÐ.

Treysti skipar í ár fyri Norðoya Sparikassi hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.

Sum nakað nýtt ber eisini til at ganga hálvmarathonteinin. Tey sum ganga, kappast ikki í bólkum, men fáa heiðursmerki fyri at gjøgnumføra teinin.

Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri gang eitt hálvmaraton, 5 km stuðulsrenning (Ukraina) og barnarenning.

Tilmelding
Melda til á www.fif.fo (síðsta freist ONLINE er kl. 22.00 fríggjadagin 6. mai 2022).
Leinkja til tilmelding til NS hálvmaraton er her
Leinkja til gang eitt hálvmaraton her
Leinkja til tilmelding til NS Motiónsrenning er her
Leinkja til tilmelding til NS Barnarenning er her
Gevið gætur: Ongin tilmelding til hálvmaraton á staðnum. 

Til 5 km stuðulsrenning og barnarenning kann meldast til í Norðoya Sparikassa í seinasta lagi kl. 13.00 á rennidegnum.

Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.

Stuðulsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Alt sum kemur inn frá 5 km stuðulsrenningini fer óskert til fólki í Ukraina.

Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er góðar 400m.

Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.

Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2005 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.

Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.

Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.00. Gang eitt hálvmaraton byrjar kl. 13.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.

Billede:

Bólkar:
Í FM hálvmaraton verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2005)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1967-1976)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.1957-1966)
– Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1956)

Billede:

Í Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2022 verður kappast í hesum bólkum:
– Menn og kvinnur opin bólkur (f. -2005)
– Menn og kvinnur veteranar (f. 1967-1976)
– Menn og kvinnur superveteranar (f.1957-1966)
– Menn og kvinnur ultraveteranar (f.-1956)

Billede:

Billede:

Kostnaðurin fyri at luttaka:
Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2022 er kr. 300,-
Gang eitt hálvmaraton er kr. 300,-
Stuðulsrenning er kr. 100,-
Norðoya Sparikassi barnarenning er kr. 50,-

Billede:

Heiðursmerkir og handan
Øll sum gjøgnumføra Norðoya Sparikassi hálvmaraton Klaksvík 2022 fáa serligt heiðursmerki.
Nummar 1, 2 og 3 í øllum bólkum fáa eisini heiðursmerkir, sum verða handaði við máløkið so skjótt úrslit eru klár.

Øll sum luttaka í barnarenningini fáa eitt heiðursmerki.

Fyri 5 km stuðulsrenningina (Ukraina) verða heiðursmerki ikki latin. Alt sum kemur inn frá stuðulsrenningini fer óskert til fólki í Ukraina.

Billede:

Billede:

Startnummar
Avheintað startnummar millum kl. 12.00 og 12.45 fyri gang eitt hálvmaraton uttanfyri deildini hjá Norðoya Sparikassa (beint við startin) í Klaksvík 7. mai. Tey sum renna hálvmaraton og 5 km stuðulsrenning (Ukraina) heinta startnummar millum kl. 12.00 og 13.30, og børnini áðrenn kl. 13.00.

Umklæðing
Umklæðing í Fimleikahøllini (300m frá startinum).

 

 

0 comment
0

Related Articles