Leygardagin 31. mai kl. 11.00 skipar Treysti fyri árligu Føroya Bjór renningini, sum er fyri bæði børn og vaksin. Hetta er 18. árið á rað, at Treysti skipar fyri hesi renning í miðbýnum á Norðoyastevnu. Tað var í 1997 at fyrstu ferð runnið bleiv inni í býnum á Norðoyastevnu, og at renningin varð skipað, sum ein býarrenning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at skipað bleiv fyri renning fyri børn í ymsum aldursbólkum.
Grand Prix á summarstevnum
• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.
Skráin
Skráin fyri rennikappingina leygardagin 1. juni á Norðoyastevnu sær soleiðis út:
kl. 11.00 Menn/Kvinnur opin bólkur (f. 1998 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.00 Veteranar (f.1959-1968) – 5 km
kl. 11.00 Superveteranar (f.1958 ella fyrr) – 5 km
kl. 11.45 Dreingir-7/Gentur-7 (f.2007 ella seinni) – 665 m
kl. 11.55 Dreingir-10/Gentur-10 (f.2004-2006) – 665 m
kl. 12.05 Dreingir-13/Gentur-13 (f.2001-2003) – 1.330 m
kl. 12.15 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1997-2000) – 1.330 m
kl. 12.30 Heiðursmerkjahandan uttanfyri Telebúðina
Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum, og steyp verður latið skjótastu kvinnuni og manninum á 5 km teininum.
Øll eru vælkomin at verða við, eisini tey, sum ikki ætla at luttaka í Grand Prix, og vónar Treysti, at undirtøkan verður minst líka góð, sum hon hevur verið øll árini frammanundan.