Home Komandi tiltøk Fyrsta stórkapping leygardagin 15/05-2021

Fyrsta stórkapping leygardagin 15/05-2021

by Jórunn Gudmundsen

Leygardagin 15/5 verður fyrsta av trimum stórkappingum á Tórsbreyt. Tað er altíð spennandi, at fara ígongd við summarkappingarnar, eftir ein langan kappingarsteðg í vetrarhálvuni. Hesa vetrarhálvuna hava vit heldur ikki verið í útlondunum og kappast, sum vit vanliga plaga. So nú eru vit serliga spent. Tað eru nógvir íðkarar, ið hava meldað til kappingina og fara fleiri teirra at renna stutt, renna miðtein, kasta og leypa. So har verður nógv at hyggja at leygardagin. Vit innleiða kappingina við einum 3.000m, sum verður skotin ígongd kl. 11. Her síggja tit tíðarætlanina fyri leygardagin. Startlistarnir verða kunngjørdir seinni. Øll úrslitini verða kunngjørd beinleiðis í appini ‘Roster Athletics’. Tit finna kappingina í appini undir navninum ‘Betri Stórkapping 1’. Fyri at sígja myndir og annað frá kappingunum, ber til at fylgja við á facebook síðuni hjá frælsum ítrótti Føroya: https://www.facebook.com/2002fif

0 comment
0

Related Articles