Sum vanligt seinastu mongu árini, skipar Hvirlan fyri kirkjurenning jólaaftansmorgun kl. 10.00. Hetta er longu trettanda árið, at hendan kirkjurenningin, sum fer fram í millum kirkjurnar í Suðurstreymoy, verður fyriskipað.
Byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00 við at fólk flokka seg til ymsu ruturnar. Fýra leiðir eru at velja ímillum:
- 2,5 km – lættur túrur niðan í Hoyvíkar kirkju og oman aftur.
- 7,5 km – har runnið verður fram við nøkrum kirkjum í býnum.
- 11,5 km – runnið verður fram við øllum kirkjum í býnum.
- 30,0 km – tann drúgvi túrurin við øllum kirkjum í Suðurstreymoy á skránni (vanligt er at vera aftur í Havn um 12.30-13.00, men til ber eisini at renna til Kirkjubøar og fáa skjúts heim aftur)
Ruturnar eru at síggja her.
Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Hóast veðrið ikki altíð hevur verið líka gott, hava tó altíð eini 60-80 fólk møtt til tiltakið.
Teir flestu kirkjurennararnir avmyndaðir undan fráferð í fjør
Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil í ár stuðla “Í menniskjum góður tokki”, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. Peningurin fer óskerdur til “Í menniskjum góður tokki”.