Aftur í ár er verður runnið til kirkjurnar í suðurstreymi. Niðanfyri er innbjóðing til tiltakið.
Kom og renn til tær 10 kirkjurnar í Suðurstreymi.
Kom og renn kirkjurunduna.
Renn jólini inn við kirkjutúrinum jólaaftan 24.12.07.
Vit renna frá Bragdar-húsinum kl. 10.30.
Síðan renna vit fram við:
1. Katólsku kirkjuni (nýggju)
2. Katólsku kirkjuni (gomlu)
3. Argja kirkju
4. Kirkjubøar kirkju
5. Múrinum
6. Mariu kirkjuni (toftini)
7. Vesturkirkjuni
8. Havnar kirkju
9. Adventskirkjuni
10. Hoyvíkar kirkju
Væl ber til at ’klippa’ túrin og ganga ella renna fram við kirkjunum í Havnini.
Vit fáa saft og vatn í Kirkjubø og í Bragdar-húsinum eftir túrin.
Øll eru vælkomin!
5 comments
Hvussu langur er teinurin??
Teinurin er uml. 30 km.
hevði tað ikki verið ein idé at tikið Kollafjarðarkirju við eisini, nú vit eru so gott í gongd??
Uha, 30 km.. ljódar kanska í so langt 🙂 Hvussu plagar undirtøkan at vera?
Plagar og plagar!
Í 2005 var ein rennari.
Í 2006 runnu tvey allan teinin, 2 runnu kirkjunar i Havn og tvey gingu kirkjunar i Havn.
Comments are closed.