Home Komandi tiltøk Langteinakapping í samband við BETRI Stórkappingina leygardagin

Langteinakapping í samband við BETRI Stórkappingina leygardagin

by Sølvi Reinert Hansen

Sum nakað nýtt, fer FíF at skipa fyri kapping í langteinum á breyt.

Hetta er komið í lag, eftir at ein hópur av langteinarennarum hava havt ynski um hetta.

Sum eina byrjan, fara vit at skipa eina langteina-kapping, sum innleiðing til BETRI Stórkappingarnar í summar.

Ætlanin er at hava teinarnar 3.000 m í samband við Stórkapping 1, 5.000 m í samband við Stórkapping 2 og 10.000 m í samband við Stórkapping 3.

Langteinakappingarnar verða ikki partur av stigateljingini í sjálvari Stórkappingini, men koma at liggja saman við.

Vit síggja, hvussu hetta kemur at rigga í ár og kunnu so gera møguligar justeringar til næsta ár.

Nú leygardagin kl. 11 verður kappast á 3.000 m á Tórbreyt.

Sjálv stórkappingin byrjar kl. 12.

Langteinakappingin hevur egna tilmelding á tilmeldingarsíðuni á fif.fo, og er opin fyri teimum, sum eru fødd í 2005 og áðrenn. Meldið til í seinasta lagi hósdagin 13. mai kl. 18.

0 comment
0

Related Articles