Sunnudagin 27. juli kl. 18.00, skipar Bragdið fyri vælumtóktu Ólavsøkurenningini, á Skálatrøð í Havn. Hetta er samstundis 7. og seinasta Grand Prix renningin í summar. Kappast verður í ymsum bólkum, bæði hjá vaksnum og børnum. Startur og mál í øllum kappingum er á Skálatrøð.
Dreingir klárir til start í 2012. Barnarenningin á ólavsøku hevur mangan verið spennandi, og fleiri nýggjar rennistjørnur eru komnar fram í júst hesi renningini.
Startnummar og chip skulu avheintast hjá Lützens Timburhandli, sunnudagin 27. juli frá kl. 16:00 til 17:30
Tað ber eisini til at melda til á staðnum, 27. juli, í millum kl. 16.00 og 17.00!
gg: Tá tilmeldað verður á staðnum er kostnaður vaksin kr. 100,- og kostnaður børn kr. 50,-
Fyri at lætta um verður tí heitt á fólk, at melda til í seinasta lagi 25. juli kl. 22.00
Bragdið brúkar Chip-tíðtaking, at skráseta tíðirnar hjá hvørjum einstøkum rennara. Tað merkir, at allir rennarar fáa útflýggjað eitt sokallað chip saman við startnummarinum. Chippið skal setast á vinstra skógv. Vegleiðing fæst frá fólki á staðnum áðrenn renningina. gg. CHIPPIÐ SKAL LATAST INN AFTUR AFTANÁ RENNINGINA!!!
Startur vaksin:
Byrjað verður kl. 18.00, tá vaksin renna 5 km. Runnið verður nakrar ferðir runt niðri á Skálatrøð og út undir Bakka. Sama ruta sum undanfarin ár.
Aldursbólkar í Grand Prix síggja soleiðis út:
• Kvinnur opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Menn opin bólkur (f. -1998) tvs. 16 ár ella eldri
• Kvinnur (K45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Menn (M45+) veteranar (f. 1959-1968) tvs. 46-55 ár
• Kvinnur (K55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
• Menn (M55+) superveteranar (f. -1958 ella fyrr) tvs. 56 ár ella eldri
Aldurin verður roknaður sum blivin aldur tá árið er runnið.
Startur børn og ung:
Byrjað verður kl. 18.30, tá gentur og dreingir renna. Sama ruta sum undanfarin ár
Aldurbólkarnir hjá børnum eru hesir:
– Dreingir-7/Gentur-7 (f.2007 ella seinni) – 430m
– Dreingir-10/Gentur-10 (f.2004-2006) – 430m
– Dreingir-13/Gentur-13 (f.2001-2003) – 1.300m
– Dreingir-17/Gentur-17 (f.1997-2000) – 1.300 m
Nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum fáa heiðursmerki. Nr. 1 í hvørjum bólki fær steyp til ognar.
Bragdið bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til Ólavsøkurenning aftur í ár og við ynskjum um eina góða Ólavsøku