Vegna nógva kavan fyrra vikuskiftið, varð ætlaða kappingin hjá Bragdinum útsett. Nú hava tey í Bragdinum so avgjørt, at brúka venjingartíðina hósdagin at avgreiða kappingina í. Skráin verður hendan:
- Kl. 16.30 800 metrar 14 ár og eldri
- Kl. 16.30 longdarlop 11 ár og yngri
- Kl. 16.45 100 metrar 12 ár og eldri
- Kl. 17.00 60 metrar 11 ár og yngri
- Kl. 17.00 longdarlop 12 ár og eldri
- Kl. 17.15 5000 metrar 15 ár og eldri
- Kl. 17.45 100 metrar 11 ár og yngri
- Kl. 18.00 200 metrar 12 ár og eldri
Øll, ung og eldri, kvinnur og menn, eru vælkomin at vera við.
Tilmelding á Tórsbreyt hálvan tíma undan kappingini. Kostnaður kr. 20,- fyri hvønn luttakara.
Meira er at lesa á www. bragdid. fo