Sunnudagin 29. november kl. 14.00 skipar Bragdið fyri opnari kapping í stutt- og miðteinarenning á Tórsbreyt.
Skráin verður soleiðis: 100m, 1.000m, 60m og 200m.
Børn fødd í 1998 ella seinni kunnu renna allar teinar.
Ung/vaksin fødd í 1997 ella fyrr kunnu renna 100m, 200m og 1.000m
Tilmelding verður á Tórsbreyt kl. 13.30. Kostnaður verður kr. 20,- fyri hvønn luttakara
Tiltakið er alment og øll eru vælkomin at luttaka.
BRAGDIÐ