Fríggjadagin 3. mei og leygardagin 4. mei fer Hvirlan at skipa fyri opnum kappingum á Tórsbreyt.
Fríggjadagin verður kappast í longdarlop, klingrukasti, 100 m og 800 m. Byrjað verður við longdarlopi kl. 17.00. Síðani koma hinar kappingarnar í nevndu raðfylgju.
Leygardagin verður kappast í trístøkki, spjótkasti og á 400 m í nevndu raðfylgju. Byrjað verður kl. 13.00.
Tilmelding verður á staðnum hálvan tíma undan kappingarbyrjan. Kappingarnar byrja stundisliga, so luttakarar eiga at møta í góðari tíð.
Meira kunning á www.hvirlan.fo
Spjótkast verður á skránni leygardagin. Marita K. Petersen er ein av framtíðarvónunum í spjótkasti.