Sunnudagin skipar Hvirlan fyri Stuttleikum á Tórsbreyt. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak hjá Hvirluni, síðani Tórsbreyt sá dagsins ljós.
Á Stuttleikum ber til hjá øllum børnum at koma at royna seg í trimum ymiskum greinum innan frælsan ítrótt. Børnini sleppa at royna seg í longdarlopi, bóltkasti og í spurti.
Stuttleikir snúgva seg ikki um kapping, men um at royna frælsan ítrótt. Øll fáa heiðursmerki og úrslitini verða skrivað á skreytblað.
Áhugað kunnu møta á Tórsbreyt millum klokkan 14 og 16 sunnudagin, og øll eru vælkomin.