Fýra evnaríkir ungir føroyingar hava tikið lut í kappingini “Stórmót ÍR” í Reykjavík í dag. Kappingin verður fyriskipað innandura í høllini til frælsan ítrótt í Laugardali.
Føroyska liðið gekk á odda undir setanini
Tey gjørdu ikki mætari enn at vinna tvey gull- og tvey silvurheiðursmerki – øll á 800 metra teininum.
Rebekka Fuglø (Treysti) vann bólkin fyri gentur 13-14 ár rættiliga trygt við tíðini 2.32 min.
Rebekka (5 frá h.) er til reiðar
Rúni Seloy úr Bragdinum gjørdist nummar tvey í sama bólki hjá dreingjum við 2.21 min.
Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum gjørdist nummar tvey í bólkinum 15-16 ár við tíðini 2.27. Hon var á odda, men varð tikin í spurtinum.
Og Jóan Karl Joensen úr Bragdinum vann trygt bólkin hjá monnum við 2.00,50 min. Hetta var nýtt føroyskt innanduramet á 800 m. Bogi Lenvig átti gamla metið við 2.02,80 min. Jóan Karl megnaði við tíðini samstundis at koma undir kravtíðina til Oyggaleikirnar á Rodos í summar.
Annars frættist úr Reykjavík, at tey hava tað gott. Eftir setanina í morgun vóru tey og hugdu seg eitt sindur um. Síðan hvíldu tey seg á Sjómansheiminum undan kappingini, ið skuldi byrja seint seinnapartin.
Fyrr í kvøld vóru tey so og svumu uttandura í Laugardali.
Í morgin skulu Bjørk og Jóan Karl renna 400 m, og Rebekka og Rúni 200 m.
Kappingin hevur sett luttøkumet í ár við 578 luttakarum.
Nýggja høllin til frælsan ítrótt í Laugardali