Seinasta týsdag vóru árligu Jatnatøkini hjá Hvirluni avgreidd á Tórsbreyt, har kappast var á mílini og í 1.000 m boðrenning.
Mílin verður ikki runnin ofta í Føroyum, og tað er ikki langt burturi, at tað bert er komið fyri í sambandi við Jatnatøk. Helst er tað eisini orsøkin til, at føroysku metini á teininum ikki vóru so sterk, at tey ikki kundu takast.
Men tað er so broytt nú. Í øllum førum verður ikki eins lætt at taka míl-metið eina aðru ferð, tí Rebekka Fuglø skar níggju sekund av gamla metinum, og vann tryggan sigur á sínum liðfeløgum úr Treysti. Vit fingu ein spennandi spurt um 2. plássið, og bert 4/100 vóru á muni millum ungu Treystagenturnar. Úrslitið var hetta:
- 5.02,56 Rebekka Fuglø, Treysti
- 5.28,32 Maria Biskopstø, Treysti
- 5.28,36 Oddvør Josephsen, Treysti
Rebekka er farin undan teimum yngru, og stevnir beint móti nýggjum míl-meti. (mynd: Hvirlan)
Míl-metið hjá monnunum er heldur ikki so ræðandi, at Julian Gregersen hevði møguleika at taka tað. Men tað var bert á fyrsta umfarinum, at hann var á metkós. Julian rakti ikki dagin, men vann kortini rættiliga tryggan sigur. Úrslitið var hetta:
- 4.42,38, Julian Gregersen, Treysti
- 5.01,86 Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan
- 5.04,88 Regin Thomsen, Roysnið
- 5.40,60 Hans Andrias Gregoriussen, Hvirlan
- 6.04,55 Guttorm Sørensen, Treysti
So varð kappast í 1.000 m boðrenning. Fyrsti rennari rennur 100 m, annar 200 m, triðji 300 m og fjórði rennari 400m.
Fýra lið vóru hjá kvinnum. Eitt frá Hvirluni, eitt frá Treysti, eitt úr Bragdinum og eitt blandað lið. Bert Hvirlan hevði lið hjá monnunum. Úrslitini gjørdust:
- Treysti, 2.28,77
- Bragdið, 2.37,68
- Bragdið/Hvirlan 2.41,26
- Hvirlan 2.44,65
- Hvirlan 2.17,88
Til skemtunnar varð eisini kappast í kasti við fartelefonum.
Lesið meira um Jatnatøk á heimasíðuni hjá Hvirluni á hesi slóðini
Hygg at øllum úrslitunum á hesi slóðini