Guttorm Sørensen, úr Treysti, vann FM í hálvmarathon í Havn í gjár við tíðini 1 tíma 13,07 min. Hetta er skjótasta tíðin á hálvmarathon teininum, sum runnin er í Føroyum síðani september 2001.
Nummar tvey og trý í opna bólkinum hjá monnum gjørdust Sam Vang (1.16,48) og Sigurð B. Justinussen (1.17,25), ið báðir renna fyri Bragdið.
Hjá kvinnum vann Fríðunn Steinberg, Treysti (1.42,40), frammanfyri Kristinu Samuelsen (1.45,12) og Fridu Poulsen (1.53,23) úr Bragdinum.
Veteranbólkin vann Regin Zachariasen (1.18,23) úr Bragdinum. Nummar tvey gjørdist Pól Sundskarð (1.26,56), Treysti, og nummar trý Absalon Hansen (1.27,18), Bragdið.
24 rennarar tóku lut í tiltakinum. Øll úrslitini eru at finna her (pdf), og myndir frá Hera Ziska eru her.