12 luttakarar vóru til árligu FM kappingina í cross country renning í dag. Runnið varð í haganum runt um sonevnda “Stovugólvið” omanfyri grasvøllin á Svangaskarði.
Borgar, Gutti og Jósvein fegnast um at vera komnir inn í hitan aftur.
Lendið var gott at renna á, men sera nógvi vindurin og regnið gjørdu túrin harðan.
Guttorm Sørensen vann opna bólkin hjá monnum fyri fjórðu ferð í fimm ár, meðan Monika Biskupstø, Dánjal Godtfred, Bjørk Herup Olsen, Jan Elmar Sørensen og Borgar Biskupstø vunnu hinar bólkarnar.
Úrslitini frá kappingini eru her og myndir eru í savninum.