Home Myndir Sam Vang fyrstur Runt Agnið

Sam Vang fyrstur Runt Agnið

by Sølvi Reinert Hansen

[singlepic=5156,480,360,,]

31 fólk luttóku í fyrsta umfari av vetrarkappingini í renning á Toftum í dag. Tey vaksnu byrjaðu við Tofta skúla og runnnu 10,5 km langa teinin Runt Agnið. Børnini byrjaðu við Toftavatn og runnu 5 km út á Toftir.

Líkindini vóru skiftandi. Nakað av vindi var høgt og okkurt æl var á vegnum eisini.

Hjá dreingjunum gjørdust Rúni Seloy, Regin Joensen og Tráin Petursson ávikavist nummar eitt, tvey og trý. Hjá gentunum vann Rebekka Fuglø.

Hjá kvinnunum vann Bjørk Herup Olsen frammanfyri Rannvu Djurholm og Fríðunn Steinberg. Bjørk og Rannvá gjørdust eisini nummar 1 og 2 í bólkinum fyri kvinnuunglingar. Eyð Matras vann bólkin fyri veterankvinnur.

Størsti spenningurin varð ivaleyst í kappingini hjá monnum. Eftir eina javna byrjan, har fleiri rennarar stríddust í oddinum, eydnaðist tað Sam Vang og Guttorm Sørensen at gerast nummar eitt og tvey. Andrias Hansen gjørdist nummar trý. Jan Elmar Sørensen vann bólkin fyri mansunglingar, meðan Pól Sundskarð, Tummas Joensen og Bogi Gardar gjørdust nummar eitt, tvey og trý hjá mansveteranunum. Fyrstu trý plássini í bólkinum fyri superveteranar fingu Óli Olsen, Jens Weihe og Regin Jóanesarson.

Úrslitini frá kappingini í dag eru her, og samlaða støðan í vetrarkappingini 2008-09 er at finna her.

Myndir frá tiltakinum eru at síggja niðanfyri.

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Borgar Biskopstø 15.11.08 - 20:25

Bland er tíanverri komi í úrslitini tí eg av misgávum havi melda meg til opnan bólk. Eg eri veteranur, føddur 1962 og fekk eisini gull inni á Toftum sum vinnari av veteranbólkinum.

Vinarliga bORGAR bISKOPSTØ

admin 15.11.08 - 21:53

Hey Borgar
Hastverk er lastverk… nú er tað rættað.

Comments are closed.