Hetta gjørdist ein heilt óvanliga góður dagur hjá FÍF. Í morgun silvur og føroyskt met í hæddarlopi til Øssur Debes Eiriksfoss og Rúna Seloy trygt í finaluna á 800 metrum. Og í kvøld eitt gullmerki og eitt bronsumerki í 10.000 metra renningini til Valborg Heinesen og Marnar Djurhuus.
Vit hava verið í søgubókunum, og finna ongan slíkan dag, og kunnu staðfesta, at hetta var tann besti dagurin nakrantíð hjá føroyska frælsa ítróttinum!
Vónandi heldur góða gongdin fram í morgin, tá vit aftur eru við í trimum finalum. Skráin verður hendan:
- kl. 19.30 Heri Ziska, klingrukast – finala
- kl. 19.50 Rebekka Fuglø, 1.5oo m – finala
- kl. 20.30 Rúni Seloy, 800 m – finala
Eins og í dag, eru vónirnar um heiðursmerki til staðar. Vit vænta at okkara luttakarar koma at kappast í millum 5 tey fremstu í øllum kappingunum. Hvønn veg tað fer, er tað frúgvin Fortuna, sum avger.
Øssur Debes Eiriksfoss á silvurpallinum eftir føroyskt met í hæddarlopi, sum samstundis eisini var eitt av hæddarpunktunum á degnum.
Jú jú – hatta er í lagi!
Ikki bara gull, mein eisini klemm frá løgmanni fekk Valborg Heinesen í gjárkvøldið
Tveir fegnir heiðursmerkjavinnarar eftir perfekta 10.000 metra renning
3 comments
Frøðir mítt hjarta at tað gongst so væl sum tað gerð:) Meini at Valborg og løgmaður baði hava røtur úr Mykinesi, so kanska tey kennast harfrá?
Hjartaliga tillukku
Hjartaliga til lukku við framúr úrslitunum.
Ingilín og Jákup Símun
Comments are closed.