KAPPINGARREGLUR 2008
Grand Prix kapping fyri Børn og Ung á Breyt
Navn og endamál
Almenna navnið á kappingini er Grand Prix kappingin fyri Børn og Ung. Navnið kann broytast um ein stuðul ynskir og rindar fyri tað.
Reglur fyri luttøku
Kappingin er opin fyri øllum børnum og ungum. Fyri at luttaka og fáa stig í sjálvari Grand Prix kappingini, skal ein tó verða skrásettur limir í einum felag fyri frælsan ítrótt, áðrenn kappingardagin.
Tað verður kappast í niðanfyri standandi bólkum og greinum:
BÓLKUR |
ÁRG. |
SPURTTEINAR |
MIÐTEINAR |
KAST |
LOP |
||||
GP1 |
GP2 |
GP3 |
GP1 |
GP2 |
GP3 |
GP123 |
GP123 |
||
Gentur 10-11 |
1997-1998 |
60m |
100m |
200m |
600m |
800m |
1.000m |
Kúla |
Longd |
Dreingir 10-11 |
1997-1998 |
60m |
100m |
200m |
600m |
800m |
1.000m |
Kúla |
Longd |
Gentur 12-13 |
1995-1996 |
80m |
100m |
200m |
600m |
1.000m |
1.500m |
Kúla |
Longd |
Dreingir 12-13 |
1995-1996 |
80m |
100m |
200m |
600m |
1.000m |
1.500m |
Kúla |
Longd |
Gentur 14-15 |
1993-1994 |
100m |
200m |
400m |
800m |
1.500m |
2.000m |
Kúla |
Longd |
Dreingir 14-15 |
1993-1994 |
100m |
200m |
400m |
800m |
1.500m |
2.000m |
Kúla |
Longd |
Gentur 16-17 |
1991-1992 |
100m |
200m |
400m |
800m |
1.500m |
2.000m |
Kúla |
Longd |
Dreingir 16-17 |
1991-1992 |
100m |
200m |
400m |
800m |
1.500m |
2.000m |
Kúla |
Longd |
(GG: Kastigreinarnar kunnu blíva broyttar)
Aldurin verður roknaður, sum blivin aldur tá almanakkaárið er runnið. Tað verður skipað fyri einstaklinga kapping í øllum bólkunum.
Kappingarsløg
Kappingarnar fara allar fram á frælsum ítróttar økið. Kappingargreinar verða fastløgdar áðrenn kappingarbyrjan. Kappast verður í spurti, miðteinum, kasti og hvønn kappingardag. Tvs. at t.d. dreingir 10-11 hava fýra Grand Prix kappingar, og kappast í spurti, miðteini, kasti og lopi. Sami luttakari kann taka lut í øllum trimum kappingunum í sínum aldursbólki.
Kappingar
1. Svangsskarð týsdagur 28. mai
2. Svangaskarð mikudagur 18. juni
3. Svangaskarð mikudagur 16. juli (í Tórshavn um breytin er liðug til tað tíð)
Stigtalva
Norska “Tyrvingetabellen” verður brúkt at geva stig eftir í hvørjari einstakari kappingargrein.
(GG: Stigatalvan kann ikki nýtast til at samanbera úrslit og árgangir).
Stig verða givin eftir stigatalvuni hjá tí eldra árganginum í bólkinum. Tvs. at t.d. dreingir 12-13, fáa stig eftir dreingir 13 ár, og at t.d. gentur 16-17 fáa stig eftir gentur 17 ár.
Samlaða einstaklingakappingin verður avgjørd eftir miðal av tveimum av teimum bestu umførunum í stigum, sum íðkarin hevur fingið.
Stendur tað á jøvnum, vinnur íðkarin, sum hevur uppnátt flest stig í einari kapping. Stendur tað framvegis á jøvnum vinnur rennarin, sum hevur næstflest stig í einari kapping osfr.
Tilmelding
Tilmelding fer fram á heimasíðuni ella á staðnum hálvan tíma áðrenn kappingarbyrjan.
Umsiting
Kappingin verður umsitin av Kappingarnevndini hjá Frælsum Ítrótti Føroya (FÍF).