Home BETRI Vetrarkappingin Favorittarnir vunnu í Sørvági

Favorittarnir vunnu í Sørvági

by Sølvi Reinert Hansen

Triðja umfar av BETRI Vetrarkappingini 2021-22 varð runnið í Sørvági í gjár. Yvirhøvur stóðu tey seg væl, ið lógu ovarliga á stigalistanum eftir 2 umfør.

Maria Biskostø, 43,02 min, Treysti, Marita Andrasardóttir, 43,28 min, Bragdið, og Vibeka Eihilt Sivertsen, 44,16 min, Treysti, gjørdust fremstar av kvinnunum. Rebekka Fuglø, sum annars liggur ó oddinum eisini, var ikki við í gjár.

Hjá monnunum vann Bjarki Johannesen, 35,11 min, Roysnið, enn einaferð greitt, frammanfyri Henry Olsen, 39,15 min, Bragdið, og Inga Johannesen, 40,22, Roysnið. Samlaða kappingin hjá monnum verður spennandi, eftirsum Jonhard Larsen, Treysti, og Hallur Holm, Bragdið, eisini liggja væl fyri.

Øll úrslitini frá kappingini í Sørvági eru at finna her:
15.01.22 Betri VK4 Sørvágur

Samlaða støðan í BETRI Vetrarkappingini verður funnin við at leggja stigini saman, sum hvør rennari hevur forvunnið sær í 5 teimum bestu kappingunum av 8. Bert trý umfør eru runnin. Tí ber enn til at gera seg galdandi í samanløgdu vetrarkappingini, hóast man ikki hevur luttikið í nøkrum umfari enn.

Eftir 3 umfør er støðan hendan í ymisk bólkunum:

Næsta umfar er eftir ætlan 5. februar í Hoydølum, tá kappast samstundis verður um FM í lendisrenning. Onkur praktisk viðurskifti eru at fáa stýr á, eftirsum koronakanningar eru í Hoydølum um sama mundi, sum runnið vanliga verður.

Eisini manglar VK2, sum ikki er runnið enn. Meiri verður at frætta um tað í næstum.

0 comment
0

Related Articles