Góðir 100 luttakarar vóru til rennikappingina á Sundalagsstevnu í Kollafirði fríggjadagin. Kappingin var samstundis annað umfar av Grand Prix kappingini í renning.
Hjá teimum vaksnu kvinnunum vann Súsanna Skylv úr Bragdinum frammanfyri Fríðunn Steinberg úr Treysti og Ellu Joensen úr Kollafirði. Hjá monnunum eydnaðist tað aftur Sam Vang at vinna á Sigurð B. Justinussen, meðan Guttorm Sørensen bleiv nummar trý.
Øll úrslitini eru her (pdf). Og samlaða støðan í Grand Prix kappingini er her (pdf).
Næsta umfar í Grand Prix kappingini er á Eystanstevnu í Runavík. Tey vaksnu renna longu týskvøldið 13. juni. Teinurin er 10 km. Hetta er samstundis FM kapping á 10 km teininum. Børnini og tey ungu renna fríggjakvøldið 16. juni.