Leygardagin varð Kerjarenningin í Havn runnin á triðja sinni. Hetta er náttúrurenning, sum Hvirlan skipar fyri, og í ár var so eisini TF-Vetrarkappingin partur av tiltakinum. Stórt tal av fólki hevði leitað sær niðan á Hotel Føroyar, haðani rennast skuldu ymiskar leiðir kring rossagøturnar og út í Havnardal.
Klárt at byrja 2. umfar av TF-Vetrarkappingini
Vakrari dagur til slíka náttúrrenning verður ringur at finna. Í stillinum stríddist lága sólin ein nærum ógjørligan dyst um at vinna á kuldanum. Men kuldi býtur ikki á rennarum, sum spentir og glaðbeintir hildu niðan brekkuna, út eftir ríðibreytini og út í Havnardal. Sum ikki einaferð var tað Marnar Djurhuus, Treysti, sum rann langt undan hinum. Henry Olsen, Bragdið og Jan Elmar Sørensen, Treysti slitu seg eisini leysar, og høvdu ein tvídyst líka niðan í brattan á rossagøtunum á heimleiðini. Her misti Henry takið, og Jan Elmar vann sær og Treysti eitt kærkomið silvurpláss. Henry Olsen gjørdist nummar trý, og vann samstundis ein tryggan sigur hjá veteranunum.
Á næstu plássunum var sera javnt millum sjey rennarar. Aftur her var ein ungur Treystarennari stinnastur. Tað var Einar Gregersen, sum kom fjórði á mál, og sum samstundis bleiv nr. 2 í kappingini hjá mansunglingum. Ta kappingina vann Marnar Djurhuus eisini trygt. Síðani komu teir kropp á kropp, Hallur Holm, Bragdið, Regin Thomsen, Roysnið, Guttorm Sørensen, Treysti, Teitur Bjarnastein, Bragdið, Pauli Johannesen, Bragdið og Niels Poulsen, Bragdið – allir høvdu ligið og togast um plaseringarnar úti á rutuni. Í hesum trunkanum vórðu eisini silvur- og bronsumerkini í veterankappingini avgjørd. Hallur vann silvur og Guttorm vann bronsu.
Ikki so heilt langt aftanfyri kom fyrsti superveteranurin á málið. Krútsterki vágamaðurin Jens R. Weihe, Frælsi, rann enn eina góða kapping og vann trygt framman fyri Jósvein Herup Olsen, Bragdið sum vann sítt fyrsta heiðursmerki sum superveteranur, nú hann er ryktur ein flokk upp. Ein vágamaður fór eisini avstað við bronsuni. Tað var Jóannes Ortind, sum tó rennur fyri Bragdið.
Í kappingini hjá kvinnum mundi Rigmor N. Arge, Hvirlan, vera favorittur eftir stórsigurin Runt Agnið. Rebekka Fuglø, Treysti sum hevði ein sannan off-day ta ferðina, royndi at fylgja Rigmor fyrstu løtuna, men mátti sleppa eftir tveir kilometrar. Rigmor vann ein tryggan sigur, men Rebekka fekk uppreisn fyri vánaliga avrikið Runt Agnið og skifti bronsumerki um við silvur. Samstundis vann hon eisini kappingina hjá kvinnuunglingum, har hon var einasti luttakari. Tórvør Vang, Bragdið, rann seg til eitt flott bronsumerki, og er ivaleyst væl nøgd, hóast hon vann silvur seinast.
Føroyameistarin í maraton megnaði akkurát ikki at kroysta seg í topp trý, men Ann Thomsen, Bragdið, vann kortini ein tryggan sigur í veteranbólkinum hjá kvinnum. Vinnarin Runt Agnið, Astrid Joensen úr Roysninum, gjørdist ein tryggur silvurvinnari, meðan tað bleiv ein spurtuppgerð um bronsuna. Her var tað tó Elisabeth Larsen, sum í harðari kapping við Onnu Maria Seloy, Bragdið, sum endurvann bronsuna frá seinast.
Í gentubólkinum komu fimm Treystagentur fremstar á mál. Tvær gentur úr Bragdinum vóru við, men tær runnu 5,5 km og ikki ætlaða 1,5 km teinin. Oddvør Josephsen megnaði hesuferða at basa Mariu Biskopstø. Men bert eittans sekundið var á muni millum tær. Ein minutt og sjey sekund aftari kom Elin Kristina Ryan og fýra sekund seinni Rutt Gregersen. Av sonnum ein spennandi kvartett tey hava har norðuri í Klaksvík. Hasar genturnar koma vit at hoyra nógv meira til í framtíðini.
Tað gjørdist so eisini Treysti, sum við Gunnari Sivertsen vann dreingjabólkin. Men hann skal tó ikki kenna seg ov tryggan á ovastu rók, tí í Rúna Skarðhamar hevur Roysnið funnið ein sera spennandi og evnaligan rennara, sum longu í síni næstu kapping er farin at hótta oddasessin. Og hesir báðir skulu eisini ansa sær væl eftir eitt ár yngra Steintór Egholm úr Bragdinum, sum ikki er langt aftanfyri. Hesir tríggir eru eisini spennandi nøvn í føroyskari renning.
Aftaná kappingina var hugni í køldu vetrarsólini við bollum og heitum sjokolátadrykki. Drigið var eisini um nakrar spennandi vinningar og at enda var heiðursmerkjahandan.
VK-2 Kerjar 23. nov. 2013 kl. 13.00 | ||||||
Nr. |
Dreingir (1998-2002)
|
|||||
6.21 |
Gunnar Eihilt
|
Sivertsen
|
1999
|
Treysti
|
||
6.38 |
Rúni
|
Skarðhamar
|
1999
|
Roysnið
|
||
6.45 |
Steintór
|
Egholm
|
2000
|
Bragdið
|
||
7.51 |
Elias
|
Thorsteinsson
|
2001
|
Hvirlan
|
||
7.54 |
Ingi
|
Johannessen
|
2002
|
Roysnið
|
||
8.16 |
Hans Eihilt
|
Sivertsen
|
2001
|
Treysti
|
||
10.35 |
Jónhard
|
Á Regni
|
2001
|
Roysnið
|
||
dns |
Dávid
|
Kruse Dam
|
1999
|
Onki felag
|
||
dns |
William
|
Helmsdal
|
2002
|
Bragdið
|
||
Hugin
|
Jacobsen
|
2002
|
Bragdið
|
|||
Nr. |
Gentur (1998-2002)
|
|||||
6.52 |
Oddvør
|
Josephsen
|
2001
|
Treysti
|
||
6.53 |
Maria
|
Biskopstø
|
2002
|
Treysti
|
||
7.40 |
Elin Kristina
|
Ryan
|
2000
|
Treysti
|
||
7.44 |
Rutt
|
Gregersen
|
2001
|
Treysti
|
||
8.23 |
Birita
|
Ryan
|
2002
|
Treysti
|
||
Kristina
|
Jakobsen
|
1998
|
Bragdið
|
|||
Unna Ró
|
Jacobsen
|
2002
|
Bragdið
|
|||
Nr. |
Kvinnuunglingar (1993-1997)
|
|||||
48.39 |
Rebekka
|
Fuglø
|
1993
|
Treysti
|
||
Nr. |
Mansunglingar (1993-1997)
|
|||||
39.43 |
Marnar
|
Djurhuus
|
1995
|
Treysti
|
||
49.48 |
Steingrímur
|
Hallsson
|
1997
|
Bragdið
|
||
43.20 |
Teitur
|
Bjarnastein
|
1997
|
Bragdið
|
||
42.30 |
Einar
|
Gregersen
|
1995
|
Treysti
|
||
Nr. |
Kvinnur opin bólkur (-1997)
|
|||||
1 | 47.04 |
Rigmor Napoleonsdóttir
|
Arge
|
1969
|
Hvirlan
|
|
2 | 48.39 |
Rebekka
|
Fuglø
|
1993
|
Treysti
|
|
3 | 50.14 |
Tórvør Østerø
|
Vang
|
1969
|
Bragdið
|
|
4 | 50.36 |
Ann
|
Thomsen
|
1966
|
Bragdið
|
|
5 | 50.48 |
Beinta Hoydal
|
Joensen
|
1971
|
Bragdið
|
|
6 | 53.31 |
Astrid
|
Joensen
|
1967
|
Roysnið
|
|
7 | 55.09 |
Birna Mohr
|
Joensen
|
1970
|
Hvirlan
|
|
8 | 55.52 | Helga S. | Johansen | 1981 | Treysti | |
9 | 56.31 |
Jorie
|
Josephsen
|
1971
|
Treysti
|
|
10 | 57.09 |
Maria Svabo
|
Hansen
|
1972
|
Bragdið
|
|
11 | 58.16 |
Elisabeth
|
Larsen
|
1968
|
Bragdið
|
|
12 | 58.19 |
Anna Maria
|
Seloy
|
1963
|
Bragdið
|
|
13 | 59.14 |
Birna
|
Abrahamsen
|
1970
|
Hvirlan
|
|
14 | 59.33 |
Karin Kirke
|
Petersen
|
1964
|
Treysti
|
|
15 | 59.42 |
Paula
|
Mohr
|
1968
|
Hvirlan
|
|
16 | 62.55 |
Anna Suffía
|
Eusturoy
|
1964
|
Bragdið
|
|
17 | 63.18 | Jónrit | Dalsgaard | 1974 | Bragdið | |
18 | 63.30 | Alda | í Ólavsstovu | 1970 | Bragdið | |
19 | 64.14 |
Tina
|
Kruse Dam
|
1977
|
Bragdið
|
|
20 | 64.54 |
Laila
|
Jacobsen
|
1962
|
Frælsi
|
|
21 | 65.35 |
Jóhanna
|
Vang
|
1964
|
Bragdið
|
|
22 | 68.36 |
Olga
|
Johannessen
|
1967
|
Roysnið
|
|
23 | 68.40 |
Jóhanna
|
Egholm
|
1975
|
Bragdið
|
|
24 | 70.25 |
Jessie
|
Hansen
|
1955
|
Bragdið
|
|
25 | 70.30 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið | |
DNF |
Karin Maria
|
Isaksen
|
1963
|
Bragdið
|
||
DNF |
Súsan
|
Tavsen
|
1965
|
Frælsi
|
||
DNS |
Armgarð
|
Á Regni
|
1979
|
Roysnið
|
||
DNS |
Jóngerð
|
Guttesen
|
1971
|
Onki felag
|
||
DNS |
Tóta
|
Árnadóttir
|
1970
|
Bragdið
|
||
DNS |
Ingun
|
Olsen
|
1959
|
Bragdið
|
||
DNS |
Sunneva
|
Olsen
|
1959
|
Bragdið
|
||
Bjørg | Nielsen | Bragdið | ||||
Nr. |
Kvinnur veteranar (1959-1968)
|
|||||
1 | 50.36 |
Ann
|
Thomsen
|
1966
|
Bragdið
|
|
2 | 53.31 |
Astrid
|
Joensen
|
1967
|
Roysnið
|
|
3 | 58.16 |
Elisabeth
|
Larsen
|
1968
|
Bragdið
|
|
4 | 58.19 |
Anna Maria
|
Seloy
|
1963
|
Bragdið
|
|
5 | 59.33 |
Karin Kirke
|
Petersen
|
1964
|
Treysti
|
|
6 | 62.55 |
Anna Suffía
|
Eusturoy
|
1964
|
Bragdið
|
|
7 | 64.54 |
Laila
|
Jacobsen
|
1962
|
Frælsi
|
|
8 | 65.35 |
Jóhanna
|
Vang
|
1964
|
Bragdið
|
|
9 | 68.36 |
Olga
|
Johannessen
|
1967
|
Roysnið
|
|
10 | 70.25 |
Jessie
|
Hansen
|
1955
|
Bragdið
|
|
11 | 70.30 | Heriet | Djurhuus | 1965 | Bragdið | |
DNF |
Karin Maria
|
Isaksen
|
1963
|
Bragdið
|
||
DNF |
Súsan
|
Tavsen
|
1965
|
Frælsi
|
||
DNS |
Ingun
|
Olsen
|
1959
|
Bragdið
|
||
DNS |
Sunneva
|
Olsen
|
1959
|
Bragdið
|
||
Nr. |
Menn opin bólkur (-1997)
|
|||||
1 | 39.43 |
Marnar
|
Djurhuus
|
1995
|
Treysti
|
|
2 | 41.26 |
Jan Elmar
|
Sørensen
|
1991
|
Treysti
|
|
3 | 41.46 |
Henry
|
Olsen
|
1964
|
Bragdið
|
|
4 | 42.30 |
Einar
|
Gregersen
|
1995
|
Treysti
|
|
5 | 42.53 |
Hallur
|
Holm
|
1967
|
Bragdið
|
|
6 | 43.00 |
Regin
|
Thomsen
|
1976
|
Roysnið
|
|
7 | 43.09 |
Guttorm
|
Sørensen
|
1968
|
Treysti
|
|
8 | 43.20 |
Teitur
|
Bjarnastein
|
1997
|
Bragdið
|
|
9 | 43.22 |
Pauli
|
Johannesen
|
1974
|
Bragdið
|
|
10 | 44.13 |
Niels
|
Poulsen
|
1972
|
Bragdið
|
|
11 | 44.51 |
Heini
|
Gregersen
|
1964
|
Treysti
|
|
12 | 45.20 |
Jóhan M
|
Jacobsen
|
1966
|
Roysnið
|
|
13 | 45.26 |
Jóhan E.
|
Simonsen
|
1969
|
Bragdið
|
|
14 | 45.34 |
Hjalmar
|
Sjóvará
|
1966
|
Bragdið
|
|
15 | 45.44 |
John
|
Egholm
|
1961
|
Hvirlan
|
|
16 | 45.56 |
Jens.R.
|
Weihe
|
1947
|
Frælsi
|
|
17 | 46.06 |
Jonhard
|
Larsen
|
1966
|
Treysti
|
|
18 | 46.13 | Finn | Johannessen | 1978 | Hvistan | |
19 | 46.14 |
Arnfinn
|
Johannessen
|
1965
|
Roysnið
|
|
20 | 46.47 |
Andreas
|
Josephsen
|
1968
|
Treysti
|
|
21 | 46.53 |
Jósvein Herup
|
Olsen
|
1958
|
Bragdið
|
|
22 | 47.18 |
Herluf
|
Hansen
|
1973
|
Bragdið
|
|
23 | 47.20 |
Luis
|
Ridao
|
1975
|
Bragdið
|
|
24 | 47.34 |
Egil
|
Olsen
|
1963
|
Roysnið
|
|
25 | 48.02 |
Dan
|
Knudsen
|
1962
|
Bragdið
|
|
26 | 49.43 |
Rani Friang
|
Rasmussen
|
1985
|
Roysnið
|
|
27 | 49.48 |
Steingrímur
|
Hallsson
|
1997
|
Bragdið
|
|
28 | 50.07 |
Hilmar
|
Høgenni
|
1962
|
Bragdið
|
|
29 | 50.17 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið | |
30 | 50.18 |
Christian
|
Olsen
|
1962
|
Bragdið
|
|
31 | 51.00 |
Herluf
|
Jakobsen
|
1963
|
Bragdið
|
|
32 | 51.03 |
Arnfinnur
|
Helmsdal
|
1973
|
Bragdið
|
|
33 | 51.05 |
Martin
|
Dam Joensen
|
1967
|
Bragdið
|
|
34 | 52.21 | R. | Olsen | 1987 | Onki felag | |
35 | 52.27 |
Jóannes
|
Ortind
|
1951
|
Bragdið
|
|
36 | 52.47 |
Gunnar
|
Simonsen
|
1952
|
Treysti
|
|
37 | 53.59 | Per | Kallsberg | 1964 | Bragdið | |
38 | 54.36 |
Rúni
|
Simonsen
|
1973
|
Bragdið
|
|
39 | 54.39 | Regin Mittún | Petersen | 1979 | Bragdið | |
40 | 55.02 |
Árni
|
Jakobsen
|
1959
|
Bragdið
|
|
41 | 55.55 | John | Havn | 1975 | Treysti | |
42 | 56.00 |
Jan
|
Egholm
|
1971
|
Bragdið
|
|
43 | 59.49 |
Helgi
|
Johannesen
|
1967
|
Roysnið
|
|
44 | 61.38 |
Terje
|
Hansen
|
1968
|
Roysnið
|
|
45 | 63.32 |
Jóannes
|
Guttesen
|
1969
|
Onki felag
|
|
46 | 73.36 |
Regin
|
Jóanesarson
|
1945
|
Bragdið
|
|
DNS |
Marnar
|
Pattinson
|
1970
|
Roysnið
|
||
DNS |
Albert
|
Johansen
|
1966
|
Frælsi
|
||
DNS |
Jóannes
|
Poulsen
|
1966
|
Treysti
|
||
DNS |
Regin
|
Zachariasen
|
1960
|
Bragdið
|
||
DNS | Regin | Joensen | 1966 | Onki felag | ||
Nr. |
Menn veteranar (1959-1968)
|
|||||
1 | 41.46 |
Henry
|
Olsen
|
1964
|
Bragdið
|
|
2 | 42.53 |
Hallur
|
Holm
|
1967
|
Bragdið
|
|
3 | 43.09 |
Guttorm
|
Sørensen
|
1968
|
Treysti
|
|
4 | 44.51 |
Heini
|
Gregersen
|
1964
|
Treysti
|
|
5 | 45.20 |
Jóhan M
|
Jacobsen
|
1966
|
Roysnið
|
|
6 | 45.34 |
Hjalmar
|
Sjóvará
|
1966
|
Bragdið
|
|
7 | 45.44 |
John
|
Egholm
|
1961
|
Hvirlan
|
|
8 | 46.06 |
Jonhard
|
Larsen
|
1966
|
Treysti
|
|
9 | 46.14 |
Arnfinn
|
Johannessen
|
1965
|
Roysnið
|
|
10 | 46.47 |
Andreas
|
Josephsen
|
1968
|
Treysti
|
|
11 | 47.34 |
Egil
|
Olsen
|
1963
|
Roysnið
|
|
12 | 48.02 |
Dan
|
Knudsen
|
1962
|
Bragdið
|
|
13 | 50.07 |
Hilmar
|
Høgenni
|
1962
|
Bragdið
|
|
14 | 50.17 | Kári | Simonsen | 1959 | Bragdið | |
15 | 50.18 |
Christian
|
Olsen
|
1962
|
Bragdið
|
|
16 | 51.00 |
Herluf
|
Jakobsen
|
1963
|
Bragdið
|
|
17 | 51.05 |
Martin
|
Dam Joensen
|
1967
|
Bragdið
|
|
18 | 53.59 | Per | Kallsberg | 1964 | Bragdið | |
19 | 55.02 |
Árni
|
Jakobsen
|
1959
|
Bragdið
|
|
20 | 59.49 |
Helgi
|
Johannesen
|
1967
|
Roysnið
|
|
20 | 61.38 |
Terje
|
Hansen
|
1968
|
Roysnið
|
|
DNS |
Albert
|
Johansen
|
1966
|
Frælsi
|
||
DNS |
Jóannes
|
Poulsen
|
1966
|
Treysti
|
||
DNS |
Regin
|
Zachariasen
|
1960
|
Bragdið
|
||
DNS | Regin | Joensen | 1966 | Onki felag | ||
Nr. |
Menn superveteranar (-1958)
|
|||||
1 | 45.56 |
Jens.R.
|
Weihe
|
1947
|
Frælsi
|
|
2 | 46.53 |
Jósvein Herup
|
Olsen
|
1958
|
Bragdið
|
|
3 | 52.27 |
Jóannes
|
Ortind
|
1951
|
Bragdið
|
|
4 | 52.47 |
Gunnar
|
Simonsen
|
1952
|
Treysti
|
|
5 | 73.36 |
Regin
|
Jóanesarson
|
1945
|
Bragdið
|