Leygardagin 14. Oktober skipar Bragdið fyri fyrstu ársveitslu hjá Frælsa ítróttinum. Veitslan verður í húsinum hjá Starvsmannafelagnum í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Tórshavn. Byrjað verður kl. 18.00, og er kostnaðurin kr. 220,- fyri mat og drekka. Tað verður ikki skonkt rúsdrekka.
Tilmelding er á www.athletics.fo, og pengarnir skulu flytast á kontu hjá FÍF 9865-102.597.4 undan veitsluni. Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 9. oktober.
Á veitsluni verða herðaklapp givin fyri ymisk avrik í árinum. T.d. verða ársins úrslit hjá ávikavist monnum og kvinnum og ársins talent hjá ávikavist dreingjum og gentum heiðraði.
FÍF er í ferð við at umskipa frælsa ítróttin í Føroyum við m.a. málrættaðum elitu-, talent- og breiddar arbeiðið. Kunnað verður um hesa tilgongd á veitsluni.
Vinarliga
FÍF